info
Ongi úrslit

Michael Bjørn Nielsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála

Skála hevur í dag váttað tað, sum fleiri føroyskir miðlar hava skrivað í seinastuni, nevniliga at Michael Bjørn Nielsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála

Tróndur Arge
12. januar 2022 kl. 14:10

Skála hevur í dag váttað tað, sum fleiri føroyskir miðlar hava skrivað í seinastuni, nevniliga at Michael Bjørn Nielsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála. Michael Bjørn Nielsen er 48 ára gamal. Hann hevur A-venjaraprógv og hevur verið venjari hjá B 1909 í Danmarksseriuni. Hann er settur í starv sum venjari í fullatíð. Hann byrjar í starvinum 1. feburar.

Michael Bjørn Nielsen tekur við eftir Sorin Anghel, sum var við til at tryggja Skála uppflyting í Betri deildina í fjør. Skála hevur fingið tilgongd av eitt nú Jákupi Jakobsen, Steinbjørn Olsen, Vukasin Tomic, Jákupi N. Olsen, Ara Ellingsgaard og Emil W. Joensen.

Skála skrivar:

Eins og summir miðlar hava gitt seinastu tíðina, so kunnu vit nú vátta, at tað verður danin Michael Bjørn Nielsen, ið verður nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála ÍF komandi kappingarár.

Michael er 48 ára gamal, og kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B 1909, ið spælir í Danmarksseriuni. Hann hevur A-venjara prógv, og drúgvar royndir sum venjari.

Talan verður um fulltíðarstarv, og vit gleða okkum almikið til at taka ímóti honum. Í fyrstu atløgu kemur hann einsamallur, meðan kona og børn ivaleyst koma upp at vitja javnan. Ætlandi kemur Michael til Føroyar um mánaðarskifti, og tekur við starvinum 1. februar.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

32 minuttir síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

44 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

2 tímar síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

8 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

10 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

10 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

11 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

11 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

11 tímar síðan