Michael Jackson á pall í 2013

Næsta á verður møguliga gjørligt at uppliva Michael Jackson, sála, sum eitt "livandi" hologram á pallinum, tá Jackson 5 fara at framføra.

 

Í 2009 doyði The King of Pop, sum Jackson ofta varð nevndur, stutt áðrenn stóra konsertferðin, This Is It, skuldi fara av bakkastokki. Nú kunnu fjepparar kanska alíkavæl síggja Michael Jackson næstan live á pallinum, tá limirnir úr gamla bólkinum hjá Michael Jackson skulu upptraðka komandi ár.

 

Longu í summar fara Jackson 5 á konsertferð, men ikki fyrr enn í 2013 verður møguliga gjørligt at síggja Michael Jackson sum eitt hologram á pallinum, eins og rapparin 2Pac kundi síggjast á einum palli á tónleikafestivalinum Coachella í seinastu viku.

 

- Sjálvandi kundi Michael verið við, tað er einki at ivast um. Hevði tað ikki verið fantastiskt?" sigur Jackie Jackson til E!News og avdúkar samstundis, at teir í bólkinum hugsaðu um eitt Michael-hologram longu fyri tveimum áðrum síðani.