Michael Learns To Rock klokkan 23:00

Enn einaferð fara teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher at fáa Voxbotn at kóka

Michael Learns To Rock fingu sítt gjøgnumbrot í 1993 við albumminum “Colours” og løg sum ”That’s Why You Go Away”, “Take Me To Your Heart” og “Paint My Love” eru spæld meira enn 140 milliónir fer á Spotify.

 

Fløgan “Colours” varð seld í fleiri enn einari milliónum eintøkum kring heimin, og løgini herjaðu donsku hittlistarnar tey fylgjandi árini. Eftir trý áratíggju eru løgini enn nógv spæld og Michael Learns To Rock fara altíð at verða ein mílsteinur í danskari og alheims pop-søgu.

 

Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina “The Best Performing Act of the Year” Grammy virðisløn í Singapore.

 

Klokkan 23:00 koma teir so aftur á Voxbotn. Teir fara at gera tað, teir so mangan hava gjørt, bæði á Voxbotn og á fleiri av størstu tónleikatiltøkunum kring knøttin – at fáa áhoyrarafjøldina at runga.