Michael Rekling ongantíð nevndur

Navnið Michael Rekling hevur ongantíð verið nevnt inni í fundarhøllini í landsstýrinum í juni mánaði 1995, hvørki fyri ella seinni hetta tíðarskeiðið - tað kann eg leggja høvdið á blokkin fyri, sigur Jóannes Eidesgaard

­ Tað passar ikki, tá sagt verður, at føroyskir politikarar í 1995 fingu at vita um viðurskiftini hjá Michael Rekling við Den Danske Bank. Í øllum førum hevur landsstýrið ikki verið kunnað - og als ikki eg sjálvur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum.

­ Tá stríðið um dómarakanningina hæsaði av, vórðu vit sannførdir um, at vit í staðin skuldu hava eina serfrøðingakanning. Hendan nevndin skuldi so mannast, og var eg á fundi í løgmálaráðnum um miðjan juni 1995 saman við Bjørn á Heygum, formanni í rættarnevndini, Edmundi Joensen, løgmanni og Finn Norman Christensen, skrivstovustjóri í landsstýrinum. Fyri løgmálaráðið vóru Bjørn Westh, løgmálaráðharri, Michael Lunn og skrivstovustjórin í løgmálaráðnum Torsten Hesselbjerg.


Vildu hava Grønborg

­ Hetta var fyrstu ferð við hoyrdu nevnt navnið Jørgen Grønborg. Onnur nøvn vóru eisini havd á munni, tí talan var um at finna ein formann til kanningarnevndina, men tað var greitt, at danir fegnir vildu hava Jørgen Grønborg til formann. ­ Men vit høvdu als ongar fortreytir at meta um hann, uttan tað, vit fingu at vita á fundinum hendan dagin, sigur Jóannes Eidesgaard. ­ Út frá tí var einki, vit kundu seta fingurin á.

Eftir hetta fara føroysku politikararnir heimaftur, og síðan gongur samskiftið millum løgmálaráðið og landsstýrið. Men landsstýrið verður biðið um at viðgera nøvnini í trúnaði, fyri ikki at koma ymsu advokatunum, ið ikki vórðu settir í nevndina, í ringt ljós. Tí skuldi einki leka út.

­ Vit vóru eisini bidnir um ikki at fara út at kanna nakað hesum persónunum viðvíkjandi, tí tað vit vildu hava at vita, kundu vit fáa gjøgnum løgmálaráðið.

Hetta samskiftið fór fram á tann hátt, at skrivstovustjórin í landsstýrinum, Finn Norman Christensen gjøgnum telefon hevur samband við løgmálaráðið.


Grønborg fyrr umboðað Den Danske Bank

­ Tað einasta vit fáa skrivtliga at vita, er úr Den Blå Bog, sum ein og hvør kann lesa. Tá vit so tosaðu um navnið Jørgen Grønborg, so minnist eg, at vit løgdu til merkis, at hann einaferð fyri nógvum árum síðani hevur sitið í einum nevndarsessi í einum lítlum tryggingarfelag, sum kundi knýtast aftur til Den Danske Bank. Men hetta var so nógv ár frammanundan, at hvørki vit ella løgmálaráðið helt hetta hava nakran týdning nú - og vit kannaðu hetta eisini nærmari.

­ Hetta er besta prógvið um, at einki er komið fram um, at Michael Rekling førir eina sak fyri Den Danske Bank, heldur Jóannes Eidesgaard.


Veit ikki um løgmaður hevur vitað nakað

Samskiftið fór fram millum Finn Normann Christensen og Michael Lunn, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Eg minnist eisini, at hvørja ferð vit spurdu um eitthvørt, so var Finn Norman Christensen burtur, tosaði í telefon og kom aftur við sínum persónligu notatum, og so greiddi hann frá ivamálunum, vit høvdu sett fram.

­ Navnið Michael Rekling hevur ongantíð verið nevnt inni í fundarhøllini í landsstýrinum í juni mánaði 1995, hvørki fyri ella seinni hetta tíðarskeiðið - tað kann eg leggja høvdið á blokkin fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Tá so Frank Jensen førir fram í samráðnum at føroyskir politikarar vóru kunnaðir um hesi viðurskiftini, so veit eg ikki, hvønn hann hugsar um, men tað vóru ikki teir landsstýrismenn, sum sótu um borðið meðan eg var har.

­ Vil tað siga, at Frank Jensen lýgur?

­ Tað kann eg ikki siga, tí eg ivist í, at ein danskur ráðharri fer at lúgva, tá hann verður kallaður inn til samráð, tí tað er eitt sera álvarsligt brot, sigur Jóannes Eidesgaard. ­ So lýgur hann, hevur helst onkur logið fyri honum. Helst hevur hann fingið at vita frá løgmálaráðnum, at hasir upplýsingarnir eru farnir til Føroya - men tað kann eg altso ikki svara uppá, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tað var løgmaður, sum hevð hetta málið um hendi við Finn Norman Christensen sum embætismanni. Um teir hava vitað nakað, veit Jóannes Eidesgaard heldur ikki - men vit vanligu landsstýrismenn vistu í øllum føri einki, sigur hann.


Væntar próvførslu

frá Frank Jensen

Jóannes Eidesgaard væntar nú, at eitt nú Frank Aaen ella Óli Breckmann, fólkatingslimir nú fara at krevja av Frank Jensen, at hann kemur við dokumentatión um, hví hann førir hetta fram.

­ Men kennir Jóannes Eidesgaard seg raktan av tí, sum Frank Jensen hevur borið fram?

­ Sjálvandi geri eg tað. Tí tað hetta kemur fram, so hugsa allir føroyingar sum so - hevur Føroya Landsstýri verið vitandi um øll hesi viðurskifti!?

­ Landsstýrið hevur ikki verið vitandi um tað, leggur Jóannes Eidesgaard dent á.

Tað sum nú hevur týdning er, hvør dokumentatiónin hjá Frank Jensen er, og hana væntaði Jóannes Eidesgaard at fáa seinni í gjár.