Fyrrverandi venjarin hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg, skal venja kvinnurnar hjá AGF. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni. AGF er fyrrverandi felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Áslu Johannesen, sum í dag spælir í Svøríki.
Michael Schjønberg boðaði leygardagin frá, at hann gavst í 07 Vestur. Tað kom óvart á tey flestu, men 07 Vestur hevði longu fingið Lars Arna Nielsen kláran.
Navnframi danski venjarin segði eftirfylgjandi, at hann ikki við útiloka Føroyar í framtíðini, men tað verður ikki fyrstu trý árini, tí hann og AGF hava gjørt sáttmála fyri trý ár.