Michal og Birita ársins ungu leikarar

Skála-leikari og B68-leikari eru ársins ungu leikarar í føroyskum fótbólti í ár.

Ársins ungu leikarar í føroyskum fótbólti eru nú funnir. Treytin fyri at vera við í hesum bólkinum var, at leikarin hevur U21-aldur.


Heiðurin hjá monnum vann Michal Przybylski, sum av álvara hevur gjørt um seg hjá Skála í ár. Hann skeyt 10 mál í Effodeildini.


- Eftir rokið við uppihaldsloyvinum var tað stuttligt at sleppa við aftur, og eg haldi tað sást aftur tá ið eg slapp at spæla síðsta partin av árinum, segði Michal eftir at hann fekk handað heiðurin.


Michal Przybylski sigur seg fegnast um eitt gott ár, og at hann ikki hevur tikið avgerð um hvar hann spælir komandi kappignarár. Hann sigur tó, at dreymurin er at sleppa uttanlands.


Hjá kvinnunum var tað stinni miðverjin hjá B68, Birita Bergsdóttir Nielsen, ið fór avstað við heiðurinum. Hóast hon einans er 18 ára gomul, so hevur hon longu bitið seg fasta á A-landsliðnum.


- Eg haldi at árið hevur gingið væl, og eg havi ment meg nógv, segði Birita við Rás2 eftir handanina.