Michel Platini er leyslatin úr varðhaldi hjá fronsku løgregluni eftir avhoyring,
Tað skrivar tíðindastovan AFP í nátt.
Sambært fleiri fronskum miðlum, eitt nú Le Monde, varð Plarini handtikin í gjáramorgunin sum liður í rannsóknini av møguligum mutri í sambandi við, at Qatar fekk HM endaspæli í fótbólti í 2022.
Advokaturin hjá Platini, William Bourdon, hevur avvíst, at talan hevur verið um handtøku, men at hann bert er afturhildin, har Platini skulu avhoyrast sum vitni.
Advokaturin segði í gjár, at Platini segði seg vera ósekan í øllum ákærum.
Qatar fekk endaspæli tillutað í 2010, meðan Platini sat sum forseti í Evropiska Fótbóltssambandinum, Uefa, frá 2007 til 2015.
Stór ónøgd var um tillutingina.
Platini fekk frá etisku nevndini hjá Fifa karantenu frá øllum fótbóltsvirksemi í átta ár í 2015.
Revsingin var í 2016 av kærunevndini hjá Fifa sett niður til fýra ár.
Platini fór alment frá sum forseti í Uefa í mai í 2016.
Karantenuna, sum gongur út í oktober í ár, fekk hann vegna illgrunasama peningaflyting upp á tvær milliónir sveisarfrankar (góðar 13 milliónir krónur) frá fyrrverandi forsetanum í altjóða fótbóltssambandinum Fifa, Sepp Blatter, sum nevndin ikki fann nakra grundgeving fyri.
Sepp Blatter fekk eisini karantenu frá fótbólti.
Tann nú 63 ára gamli Michel Platini var ein stór fótbóltsstjørna í sínari tíð. Hann vann nógv við Nancy, Saint-Etienne, Juventur og franska landsliðnum.
Sjálvur fekk hann Ballon d'Or sum heimsins besti fótbóltsspælari tríggjar ferðir. Tað gjørdi hann í 1983, 1984 og í 1985.
Hann spældi 72 landsdystir fyri franska landsliðið.
/ritzau/
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }