Etir ætlan skuldu norðurlendsku Michelin-stjørnurnar avdúkast á samkomu í Stavanger komandi mánadagin, men orsaka av støðuni við koronu er hetta útsett. Tað boðar Michelin frá í einum tíðindaskrivi.
Tá ið nýggj dagfesting er sett á, at stjørnurnar skulu býtast út, verður hetta kunngjørt, og sjálv avdúkingin kemur at vera talgild.
Gwendael Poullennec, sum er altjóða stjóri fyri Guide Michelin, sigur, at Michelin stjørnurnar skulu eisini býtast út í ár undir koronakreppuni, tí tað kann nevnliga skapa ans um eina vinnu, sum er sera hart rakt av farsóttini.
- Hetta síðsta árið hevur verið sera avbjóðandi fyri vinnuna kring allan heimin, og hóast tað hevur okkara toymi verið sera hugtikið av tí ágrýtni og tí hugflogi, sum kokkar og teirra starvsfólk hava víst undir kreppuni, sigur hann.