Hóast Michelle Williams ikki longur var saman við Heath Ledger, tá ið hesin doyði í síðstu viku, er hon sera kedd um deyða hansara. Tey bæði vóru framvegis tætt knýtt hvør at øðrum, tí tey høvdu felags foreldramyndugleika yvir dóttrini Matildu, ið bert er tvey ára gomul.
Michelle Williams hevur valt at halda eina pausu frá sjónleikaraarbeiðinum og enn er óvist, nær hon ætlar at byrja aftur. Hetta merkir, at nýggi filmurin hjá Michelle ?Blue Valentine?, har hon skal spæla saman við Ryan Gosling, er útsettur. Filmstjórin sigur, at hann ætlar at bíða, til Michelle er komin fyri seg aftur, tí hon er perfekt til hendan leiklutin.