Microplast funnið í eftirburði

Óvist er, hvussu tað ávirkar heilsuna, men vísindafólk halda, at fostur kunnu fáa langtíðarárin

Fyri fyrstu ferð hava vísindafólk funnið lítlar molar av mikroplasti í eftirburði (móðurkaku) hjá óføddum børnum. Kanningin varð gjørd á sjúkrahúsinum Giovanni Calibita Fatebenefratelli í Rom í Italia. Kanningin er útgivin í Enviornment International (les hana her).

Enn kenna vit ikki heilsuligu avleiðingar av mikroplasti í kroppinum, men hildið verður at tað hevur evni í sær, sum kann elva til langtíðarskaða ella ávirka immunverjuna hjá fostrinum. Hildið veður at mamman hevur etið ella andað mikroplastið í seg. 

Mikroplastið var funnið í eftirburði hjá fýra kvinnum í góðari heilsu, har alt gekk sum tað átti í barnsburðartíðini. Tað var funnið mikroplast bæði á síðuni á eftirburðinum, sum vendir móti barninum og á síðuni, sum venir móti fostrinum umframt í hindini, har fostrið útviklast. 

Hóast bert umleið fýra prosent av eftirburðinum var kannað, vórðu 12 plastikkmolar funnir. Tað leggur upp til, at talið er nógv hægri. Molarnir hava verið litaðir bláir, reyðir, appelsingulir ella ljósareyðir og eru av innpakkningi, máling, sminku ella líknandi. 

Molarnir vóru umleið 0.01mm, og tí nóg smáir til at fara í blóðið - vísindafólkini fáa ikki kannað, um mikroplastið er farið í fostrini. 

– Tað er sera ørkymlandi at finna møguliga skaðiligar plastikkmolar í eftirburði, tá hann spælir ein týðandi leiklut í at stuðla útviklingini hjá forstrinum, søgdu vísindafólkini millum annað í niðurstøðuni í kanningini. 

– Tað kann hava við sær, at fostrið ikki vaksur, sum tað skal, varð eisini sagt. Plastikkmolarnir vóru ikki funnir í eftirburinum hjá tveimum øðrum kvinnum í kanningini, og tað kann hava verið orsakað av øðrvísi fysiologi, matvanum ella lívsstíli, søgdu vísindafólkini.