Miðaloddsini upp á føroyskan sigur í Grikkalandi eru 20,00

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Grikkaland-Føroyar

Savnsmynd

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti fyrsta EM-undankappingardystin á hesum sinni.

 

Føroyar eru í bólki 3 í Deild C í undankappingini. Mótstøðuliðið í annaðkvøld á útivølli er Grikkaland. Hini mótstøðuliðini eru Montenegro og Andorra.

 

Tað eru fimm undankappingarbólkar við fýra liðum í Deild C. Teir fimm bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tveyararnir vinna seg víðari til Play Off dystir um at sleppa til EM-endaspælið í Sveis komandi summar.

 

Veddingarfyritøkurnar sum lata odds upp á dystin millum Grikkaland og Føroyar í annaðkvøld vænta ikki, at føroysku kvinnurnar fara at fremja sama undur í Grikkalandi, sum føroysku mennirnir gjørdu í Grikkalandi fyri 10 árum síðani.

 

Miðaloddsini upp á grikskan heimasigur eru 1,08.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 10,75.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru heili 20,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd