Tað váttar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
– Vit høvdu uppstillingarfundi í gjár, har ein listi var gjørdur. Har komu 10 fólk á listin, helvtin eru fólk, sum ikki hava stillað upp áður, sigur Jenis av Rana, sum samstundis váttar, at hann er eitt av valevnunum.
Miðflokkurin hevur ikki stillað upp til býráðsval í Havn síðani 2012. Men limir í Miðflokinum hava verið á ymsum uttanflokkalistinum til onkur av býráðsvalunum. Ein teirra, Rani Andrassaon Skaalum, stillaði upp seinast. Spurdur um hann er eitt av valevnunum svarar Jenis av Rana:
– Eg kann siga tað, eitt eitt av valevnunum stillaði upp til seinasta býráðsval.
Formaður Miðfloksins vil ikki siga, hvørji valevnini eru, tí hann vil ikki taka nakran fram um annan. Hann sigur, at eini tvey fólk skulu hugsa seg eitt sindur um, áðrenn endalig støða verður tikin um vikuskiftið. Hann væntar, at tey fara at almannakunngera listan sunnukvøldið. Og gonst sum hann ætlar, so verða tey 10 valevni.
Jenis av Rana hevur havt sæti í Tórshavnar býráð áðru. Tað var, tá hann kom inn sum varamaður fyri Petur í Gong á Uttanflokkalstinum í Havn. Jenis tók sæti í býráðnum 23. mars í 1993 og sat fyri Petur í Gong í býráðnum restina av valskeiðnum, sum endaði 1. januar í 1997.
Hann er soleiðis tann seinasta, sum hevur umboðað ein uttanflokkalista í Tórshavnar býráð.