Tað sigur Jenis av Rana sum svar upp á broytingarnar í landsstýrinum í morgun, sum kunnu føra til, at lógaruppskotið um fría fosturtøku verður samtykt seinni í dag.
Jenis av Rana segði við Kringvarpið á miðdegi, at flokkurin tekur seg úr arbeiðinum við at endurnýggja ríkisfelagsskapin, sum allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava verið samdir um.
– Vit samstarva ikki við ein løgmann, sum leggur allar kreftir í at svíkja tað ófødda barnið í staðin fyri at loysa teir trupulleikar sum eru, segði Jenis av Rana við útvarpið hjá Kringvaprinum.
Broytingin í landsstýrinum, at Súsanna Bertholdsen fór úr landsstýrinum og at Djóni Nolsøe Joensen fór aftur í landsstýrið, ruddar slóð fyri, at 17 atkvøður í dag kunnu vera fyri lógaruppskotinum um fría fosturtøku eftir 12. viku í viðgongutíðini.










