Løtingsumboð Miðfloksins eru spurd, bæði av fjølmiðlum og millum manna, um vit fara á fund við Nyrup um høvið býðst. So sjálvsagt tykist svarið okkum, at spurningurin í byrjanini gav orsøk til undran. Sjálvandi fara vit á fund við Forsætisráðharran um høvið verður. Tað vildi verið ein givin møguleiki at komi á tal við hendan, sum longu, áðrenn úrslitið av bankakanningini fyriliggur, hevur so nógvar spurningar at svara, so nógvar frágreiðingar at geva, so nógv at standa til svars fyri.
Bjóðar tú teg fram sum valevni, t.e. sum umboð borgarans á politiska økinum, so fylgir ein ómetalig ábyrgd við, um veljarin vísir tær álit sítt. Tá ert tú m.a. umboð hansara á økjum og støðum hann ikki sjálvur røkkur. Sum slík umboð veljarans fara vit at fundast við Nyrup, at spyrja og krevja frágreiðing, ikki bert um viðurskifti, ið eru fevnd av bankakanningini, men um so mong viðurskifti, sum krevja frágreiðing hansara. Nevnast kunnu spurningar sum t.d.:
Hvørjar ætlanir hava ríkismyndugleikarnir viðvíkjandi hart tiltrongdu útbyggjanini av flogvøllinum í Vágum?
Hvussu eru veruligu fíggjarviðurskiftunum landanna millum sæð í ljósinum av, at vit hava hýst NATO støðum í so mong ár?
Hvør er orsøkin til manglandi arbeiði Danmarkar í ES, føroyingum at gagni?
Skipið fyri almennum fundi við Nyrup
Tað er so mangt, vit vildu ynskt at fingið høvið til at fundast við Forsætisráðharran um, og smásæri (at vera firtin og renna undan) er ikki komið í huga okkara, og verður av okkum mett óhóskandi fyri fólkavaldar politikkarar. Størri ósemjurnar eru, breiðari gjógvin er grivin manna millum, tess størri er tørvurin á dialogi.
Vanligi føroyingurin kundi óivað hugsað sær at fingið høvið at sett Forsætisráðharranum spurningar sínar - og hví ikki geva honum møguleikan? Við tí í huga hevur Miðflokkurin sent Løgmanni og Forsætisráðharranum bræv, við áheitan um, at skipað verður fyri opnum almennum fundi við Nyrup, har tey, ið hug hava, kunna møta honum, føra síni sjónarmið fram, og vónandi fáa svarað spurningum sínum.
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana,
Tordur Niclasen