info
Ongi úrslit

Miðlafólk átala KVF fyri sendingina »Elians Sonur«

Eingin fjald dagsskrá. Føroysk Miðlafólk vísa staðiliga aftur, at miðlafólk arbeiða við fjaldari dagsskrá, eins og vit hoyrdu í Kringvarpinum týsdagin 11. juni 2024

Eirikur Lindenskov
12. juni 2024 kl. 18:26

Fráboðan frá Føroyskum Miðlafólkum:

“Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum.”

Soleiðis byrjar útvarpssending í Kringvarpinum, týskvøldið 11. juni 2024. Hetta er ein nýggjur leistur, ið vónandi ongantíð verður endurtikin.

Leiðslan í Kringvarpinum valdi at seta ein sonevndan “disclaimer” á sína egnu sending, ið Kringvarpið hevur keypt, goldið fyri og hevur redaktionellu ábyrgdina av. Sambært Sprotanum er “disclaimer” á føroyskum avnoktan, noktan, avsannan.

Fyrsta korterið í sendingini hoyra vit eina anekdotu um ein illa upplýstan lasbilførara, sum ikki hevur tíð og orku at seta seg inn í samfelagsviðurskifti. Tá hann síðani setir seg at hyggja eftir Degi & Viku, fær hann tíðindaflutning við fjaldari dagsskrá. Ført verður fram, at harvið verður lastbilførarin “fortaptur í vónini hjá sær at kunna seg á objektivum grundarlagi um aktuell evni.”

Kringvarpið hevur júst skrivað undir nýggjan public service sáttmála, har tað stendur at “tíðindi í Kringvarpi Føroya skulu vera álítandi, óheft og kritisk. Fyri at røkka hesum arbeiðir Kringvarpið eftir kritisku journalistisku meginregluni.”

Kringvarpið hevur bundið seg til, at tíðindaflutningurin skal vera óheftur og at veita fólkinum neyvar og álítandi upplýsingar um týdningarmikil samfelagslig viðurskifti. Kringvarpið hevur bundið seg til, at fjaldar dagsskráir ikki hoyra heima í tíðindum.

Journalistisku prinsippini eru grundarsteinur undir arbeiðnum hjá miðlafólki. Orðingarnar í nýggja public service sáttmálanum eru tí sjálvsagdar millum miðlafólk.

Myndin er ikki tøk

Tak avtaluna í álvara

Føroysk Miðlafólk vilja staðiliga heita á Kringvarpið, sum public service stovn og størsta arbeiðspláss fyri miðlafólk, at taka public service sáttmálan í álvara.

Tað ber ikki til at fjala seg aftan fyri ein “disclaimer”, tá tú hevur redaktionella ábyrgd!

Kringvarpið hevur í áravís keypt sendingar og framleiðslur frá fólki og framleiðslufeløgum uttan fyri húsið. Um tað sigur nýggi Public Service sáttmálin, at “hesar skulu lúka somu krøv um dygd og innihald sum sendingar Kringvarpsins annars.”

Hartil hevur Kringvarpið skrivað undir hesa orðing: “Kringvarpið skal framhaldandi tryggja, at tilfarið, sum fríyrkisfólk framleiða og senda, er væl úr hondum greitt.”

Føroysk Miðlafólk mugu bara staðfesta, at tað er ikki gjørt í hesum føri. Og tá sendingin so verður send í útvarpinum, eftir at hava ligið á heimasíðuni hjá KvF í fleiri vikur, velir Kringvarpið at seta ein “disclaimer” á hana. Kringvarpið hevur altíð evstu ábyrgd av tí, sum sent verður. Líkamikið um tað er í útvarpi, sjónvarpi, heimasíðu ella í “poddi.” Men nú vil leiðslan brádliga ikki kennast við tað, hon sjálv sendir og hevur ábyrgdina av. Tað er átaluvert, og vónandi hendir tað ongantíð aftur!

 

Føroysk Miðlafólk

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Georg L. Petersen, næstformaður

John Johannesen, nevndarlimur

Uni Arge, nevndarlimur

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

3 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

38 minuttir síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

59 minuttir síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

8 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

8 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

9 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

10 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

10 tímar síðan