Miðlar: Forsætismálaráðið virkaði átaluvert í Minkamálinum

Matvørumálaráðið fær harðastu atfinningarnar, men eisini Forsætismálaráðið virkaði átaluvert, vísir frágreiðing

 

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Forsætismálaráðið hevur virkað »ógvuliga átaluvert í gongdini« í Minkamálinum.

Tað stendur sambært fleiri miðlum í frágreingini frá Minknevndini, sum er latið Folketings Granskningsudvalg í dag.

Nevndin skrivar í frágreiðingini millum annað, at Forsætismálaráðið »hevði ein yvirskipaðan og leiðandi lut í herdu tilgongdini, sum leiddi til ein tíðindafund 4. november í 2020, har stjórnin við forsætisráðfrúnni Mette Frederiksen á odda segði, at allir minkar í Danmark skuldu avlívast.

– Samanumtikið metir nevndin, at Forsætismálaráðið hevur virkað ógvuliga atfinningarsamt í gongdini, sum førdi til grovar villleiðingar av minkaalarum og almenninginum um tey greitt ólógligu boðini til myndugleikar í sambandið við tíðindafundin 4. november í 2020, stendur sambært Jyllands-Posten og øðrum miðlum.

Sjálvt um Forsætismálaráðið fær harðar atfinningar, fær Matvørumálaráðið enn harðari atfinningar í frágreiðingini. Formliga hoyrdu minkarnir undir Matvørumálaráðið.

/ritzau/

 

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)