Midnáttarrøða á Varmakeldu 2002

Nú vit standa her á Varmakeldu um hádimmið, nú komið er hægst á summarið, eri eg biðin um at siga nøkur orð. Og tað geri eg við gleði. Eg kenni tað sum eina æru at kunna halda midnáttarrøðuna her í óbygdum á miðjari nátt. Tøkk fái fyrireikararnir fyri tað.

Gamalt var, at fólk leitaðu sær til Varmakeldu at dansa gomlu jóansøkunátt, og at drekka vatn úr kelduni, tí tey hildu, at vatnið hevði yvirnatúrliga megi og gav sjúkum heilsubót. Gamla jóansøka er tólv dagar eftir jóansøku, og rokna vit tólv dagar fram frá 24. juni, koma vit til 6. juli. Gamla jóansøkunátt er sostatt júst í kvøld. So tit fáa ikki betri høvi til at royna máttin í kelduni enn akkurát í kvøld. Tær gomlu søkurnar eru leivdir frá tí gamla julianska kalendaranum. Um jóansøkumundið hevur verið siður um øll Norðurlond at halda veitslu, og hesa nátt dansaðu eisini kóparnir á helluni. Men tað var nú keldan, ið fekk hugin á flog. Vit eru øll smáir livandi løkir, ið renna frá somu keldu. Vit hava eitt felags upphav, men leiðir okkara bendust í ymsar ættir. Men øll leita aftur á slóðina av og á, til kelduna. Eg hugsi, tað er natúrligt, at tú eina løtu sum hesa í huganum spolar tíðina aftur til farnar tíðir, tá lívið var so ógemeina einfalt og greitt, men kortini torgreitt - alt í senn. Við henda fjørð undir hesum fjøllum, her er tín kelda. Hetta var títt stað í alheiminum. Og tað verður altíð ein partur av tær og tínum førningi gjøgnum lívið. Vit eru innast inni børn av hesum stað. Bygdin livir innan í okkum, hon dukar í okkara æðrum.
Mong okkara eiga tað í felag, at vit eru uppvaksin í hesi bygd, sum hetta vikuskiftið heldur stevnu. Og so er tað, eg spyrji meg sjálvan: Hví verður hesin heiður at halda midnáttarrøðuna sýndur júst mær? Hví verður t.d. ikki ein skúvoyingur ella lopransmaður biðin? Ella hevði t.d. ikki ein brasilianari ella týskari havt nógv meira spennandi at sagt okkum enn ein hálvkeðiligur gráhærdur fuglfirðingur? Uttan iva. Hóast Ronaldo og Oliver Kahn ikki vóru so langt burtur staddir sum í Japan og Suðurkorea, tá ið fuglfirðingar fyrireikaðu Varma-keldustevnuna, so ivist eg kortini í, um teir høvdu verið bidnir at halda midnáttarrøðuna. Hví? Ikki tí eg ivist í teirra førleika. Teir hava eyðsýndar dygdir, sum eg bert kann droyma um, men vit, ið standa á helluni kring Varmakeldu hesa gomlu jóansøkunátt, hava nakað, sum hvørgin teirra hevur. Varmakelda er ikki partur av teirra hugaheimi. Teir vita av góðum grundum ikki, hvat hugtakið Varmakelda hevur at týða fyri okkum. Teirra og okkara uppruni ger, at vit hoyra til ymiskar mentanir. Nú tosa vit um røturnar, upprunan, kelduna. Keldan, sum vit savnast um her í nátt, minnir meg á upprunan, upphavið, byrjanina. Hugsið bara um, hvussu tíðindafólk nýta orðið kelda. Hetta at vit hava ein felags uppruna, eina felags keldu, sum í hesum førinum er bygdin, tað hevur týdning, og tað stóran. Keldan er upprunin, og bygdin er jørðildi. Og tí hevði tað neyvan nyttað at biðið Ronaldo hildið midnáttarrøðu, sjálvt um hann hevði lært seg føroyskt í Brasil. Hví? Tað er tí, at hann kennir ov lítið til gjógvaramenn og til tey í Toftabønum og norðri á Bakka. Hevði hann havt eina ommu í Rossagerði ella ein abbabeiggja norðri á Høvda, var støðan ein onnur. Vit hava eitt felags mentanar- og fatanarstøði, sum bindur okkum saman, og tað støðið er nakað so einfalt og gerandisligt sum keldan, upprunin, bygdin. Og eg giti, at tað er orsøkin til, at eg standi her nú.
Hví í allari víðu verð savnast vit her á Varmakeldu og ikki í tí nýggja og snotiliga Mentanarhúsinum í kvøld? Har er gott at dansa, gott pláss, fjálgt og hugnaligt, fólk kunnu koma veitsluklødd og turrskødd, fólk sleppa at sita, lætt at koma til og frá, góð parkeringsviðurskifti o.s.fr. Men lívið er ikki bara eg og tú og her og nú. Tað farna, søgan, er eisini partur av okkara sonevnda modern-aða lívi. Tað farna er ikki bara farið, men livir í okkum. Heðin Brú sigur í Fedranna talu m.a."gev hesum lítla lummin, teir fornu slitu", og víðari sigur hann: "grein honum lívið, tí lítla - hitt djúpa í fjøllunum fjalda, tað, sum í hjørtunum hvellir og sum í lotinum leiftrar, tað, sum í løtuni nøtrar - bæði tað trúða og sædda" og so siður hann: "lívføri títt er slektin, tey sum í mold liggja. Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja". Lívlát, sigur Heðin Brú, er at lata teimum yngru førningin at bera víðari fram á vegin. Deyðin er harafturímóti at lata alt farast, sum tú hevur fingið frá tínum forfedrum. "Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu, ert tú ein deyður maður". Hetta at halda Varmakeldu her á staðnum er eitt dømi um tann gamla førning, sum tit ungu eru við til at bera longur fram á vegin. Tit vísa á henda hátt, at tit virðismeta gamlar siðir og sýna ans fyri náttúruni.
"Men sum tær blíðu og friðsælu løturnar vóru sterkar í barndómi mínum, og sum tær eru sterkar enn í dag í sál míni. Eingir turrir tankar, eingin doyvandi ivi fær nakrartíð dripið tær í sinni mínum". Hetta eru ikki míni orð, men eitt brot frá Chr. Matras. Hvør kennir tey ikki aftur? Eg kenni tey ógvuliga sterk í huga mínum.
Millum perlurnar, ið eru sprotnar millum Borgina og Bjábjørg er tónleikabólkurin Bros. Her finst mær sum orð, løg, sangur og tónleikur ganga upp í eina hægri eind. Tað er bara framúrskarandi og genialt: ""heima" er so hjartaligt eitt orð, heima er tó altíð best at vera, hvar á foldum falla míni spor, heimið eg í huga tó vil bera". Sangurin Varmakelda eftir Hans Andrias Djurhuus og Jógvan á Lakjuni er eisini ein av teimum fjálgu og vøkru sangunum, sum eins og ein málningur opnast fyri eygum tínum, tá hann verður sungin. Tað er neyvan av tilvild, at fløgan ber heitið "Heima". Hetta er nælið fram í okkara jørðildi, og tí eru vit stolt. Og eg tori at vedda uppá, at lopransmaðurin og brasilianarin ikki føla tað upp á sama máta sum eg, tá teir hoyra Bros. Hví? Munin gera mínir træðrir til bygdina. Eg kundi eisini nevnt Silly Boys, Absurdy Fair, sangkórini, hornorkestrið, harmonikuspælararnar og aðrar tónleikarar, yrkjarar, rithøvundar, sangarar, sjónleikarar, listamálarar og onnur skapandi fólk, ung evnarík ítróttafólk o.s.fr.
Men hvønn týdning halda vit, at upprunin hevur? Var eg føddur og uppvaksin aðrastaðni enn júst her, var eg ein annar. Upprunin, keldan verður altíð ein partur av tær sjálvum, av tínum samleika. Men í dagsins samfelag við ferðmiklum samskifti, kt og interneti, sum røkkur um allan heim, er natúrligt at seta spurnatekin við fyri-brigdið uppruna og samleika. Gamaní eru orð sum fuglfirðingur og sumbing-ur enn livandi og verða tað uttan iva í framtíðini. Men í hesum tíðum við alheimgerð, globalisering, tódnar heimurin, og vit gerast eitt slag av heimsborgarum, Fuglafjørður er ein bygd í verðini. Í nógvum altjóða fyritøkum arbeiða nógv fólk úr ymsum londum saman. Eisini føroyingar. Tá nyttar ikki at tosa føroyskt, ella fuglfjarðarmál og enn minni gjógvarámál. Tá sleppa vit tí heimliga endanum, tí kravið er at tú skalt tosa enskt. Men alheimsgerðin hevur eisini sínar fyrimunir. Hon kann vera við til at varðveita bygdarsamfeløgini. T.d. kann ein viðoyingur seta seg við sína teldu heima á Viðareiði og vera til arbeiðis í keypsskálanum í New York, og tað er eins lætt at fáa fatur á einum fólki í Tokyo sum í Hattarvík. Hugtakið fjarstøða er um at broyta skap, og í hesum høpi fær upprunin eina nýggja dimensjón og kanska eina avbjóðing. Vit vita ikki bara, at Beckham spælir fyri Ongland, nei, vit vita eisini hvar á vøllinum hann spælir og enntá hvat nummar hann hevur. Somu fólk vita neyvan, hvør spælir á vinstra bakki fyri ÍF ella hvør hevur yrkt tjóðsangin. Umheimurin er ein eins stórur partur av okkara gerandisdegi sum okkara egna heimliga umhvørvi. Og har liggur avbjóðingin fyri okkum sum fólk. Vit hvørki kunnu ella skulu byrgja okkum inni, men vit eiga at brynja okkum út til at taka kappingina upp móti teimum fremmandu avbjóðingunum. Og har kann ein stovnur sum Fuglfjarðar Mentanarhús gerast ímyndin av tí áliti, vit hava á okkara egna mátt og megi. Nú grør um gangandi fót. Til lukku við húsinum, fuglfirðingar.
Tað eru nógv listafólk í Føroyum. Eitt av tí, sum eyðkennir tey, er, at vit vita, hvar í Føroyum tey búgva, um tað er í Havn, á Eiði, í Fuglafirði ella aðrastaðni. Vit vita, at Fuglafjørður eigur nógv skapandi listafólk innan tónleik, málningalist o.a. Her kemur keldan inn aftur í myndina. Heimbygdin er eitt av teirra eyðkennum, tí keldan hevur størri týdning enn nakað annað. Hvussu ofta man Frits ikki hava málað Lorvíksfjall? Hví? Tí hann býr her og hevur hesa náttúruna fyri sínum eygum. Búði hann í Italia, var motivið neyvan Lorvíksfjall, men kanska Appenninafjøllini. so var hann ikki okkara Frits o.s.fr. Upprunin setur sín dám á alt og øll og kemur til sjóndar eitt nú í tí skapandi mentanini, listini. Keldan myndar okkum. Hon sleppur okkum ikki. Eg hugsi neyvan, tað er av tilvild, at ein fuglfirðingur vann búmerkjakappingina hjá mentanarhúsinum. Jørðildi hevur - kanska ómedvitað - verið partur av íblástrinum.
Men tað eru tíverri nógv óhugnalig og syrgilig dømi um, hvat kann henda, tá ið keldan hjá tí einstaka verður eitt misskilt mál í sjálvum sær, ein misskiltur gudur, sum er orsøk til neyð, vesaldóm, ófatiliga líðing og pínufullan deyða. Lít at støðuni í Miðeystri, á Balkan, í Norðurírlandi og í heiminum sum heild. Stríð íbirt av ymiskum tjóðskaparligum uppruna. Fólk, sum halda seg hoyra saman, kunnu ikki torga onnur, sum hoyra til ein annan etniskan felagsskap. Hetta eru tey mest syndarligu prógvini um, hvat kann henda, tá keldan verður misbrúkt til at kúga onnur, sum nú eina ferð eru sprottin úr aðrari keldu. Hesi dømi, har upprunin verður vendur til hatur móti øðrum, eiga at geva okkum nakað at hugsa um. Í hesum førinum er kelduímyndin alt annað enn romantisk. Hetta hendir vónandi ikki hjá okkum. Í okkara føri halda fuglfirðingar Varmakeldustevnu, hóast Varmakeldan er Gøtumegin markið, og mær vitandi hevur tað ongantíð komið til samanbrest millum fuglfirðingar og gøtumenn av teirri grund.
Eina slíka løtu sum hesa er tað Chr. Matras kallar "vaksna manna spæl ímillum tey høgu fjøll". Gamaní er tað spæl, men við einum farra av álvara í, vil eg halda. Ikki bert innantómt fjant og fjas. Spælið er at vit smoyggja gerandisdagin av okkum eina løtu og gera tað, sum vit halda vera stuttligt. Álvarin er, at innihaldið í spælinum gevur meining: vit kenna, at hetta gevur okkum nakað, at vit fylla upp í goymslurnar, at vit eru partur av eini heild og verða mint á henda felagsskap, sum vit í gerandisdegnum ofta hava lyndi at gloyma. Eina løtu sum hesa krossast okkara gøtur og vit skifta orð við fólk, sum vit ikki hava sæð í fleiri ár.
Keldan er altíð nýggj, hon endurnýggjar seg sjálva. Hon kemur alla tíðina við nýggjum vatni. Tað er nakað frumkent og upprunaligt við kelduni, hon hevur yvirnatúrligar gávur. Keldan er sjálv náttúran, men hennara máttur er treytaður av friði, at hon ikki verður avskeplað av mannahond. Hon teskar okkurt loyndarfult. Hetta lítla tutlandi vatnið, ið setur upp úr jørðini fær okkum at steðga á í gerandisdegnum. Í grundini er tað ótrúligt, at keldan kann fáa slíka makt á okkum upplýstu menniskjum. Tað má vera okkurt dragandi og lokkandi við henni. Hennara náttúra er á ein hátt óskiljandi, men samstundis einføld. Keldan er ikki annað enn eitt natúrfyribrigdi, sum í øldir hevur bergtikið vísindafólk. Her møta vit einum mátti, sum er størri enn eg og tú og sum sýnir tað stórbæra í náttúruni. Her sýna vit eyðmýkt, tí náttúran er størri enn vit og skil okkara.
Vit vita væl, at fólk heldur fara á apotekið eftir heilivági enn at fara til Varmakeldu gomlu jóanssøkunátt, og tað kann eisini vera leingi at bíða, um tú gerst sjúkur beint eftir gomlu jóansøku!
Vit kunnu eyðvitað ivast um sannleikan í frásøgnunum um lekidómin í Varmakeldu, men lat okkum ikki ivast í virðinum at savnast um kelduna. Í fyribrigdinum Varmakeldu møta vit eini andsøgn, sum er eitt úrslit av einum samanstroyti millum tvær vísindagreinir: náttúrufrøði og mentanarfrøði. Náttúrufrøðingar hava funnið nýggjar samanhangir í náttúruni, og menniskjuni eru vorðin klókari hesi mongu hundrað árini, halda vit, men kortini halda vit fast um siðin at savnast um kelduna. Og tað haldi eg er at frøast um. Góða Varmakeldu.
Takk fyri.