Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólkum

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir

 

reingerðarfólkum at vera partur av okkara tænastutoymi.

 

 

 

Talan er um tímalønt størv og arbeiðstíðin verður avtalað einsæris eftir tørvi, men roknast kann við

 

umleið 6 tímum hvønn skúladag. Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.

 

 

 

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

 

 

 

Umsóknarfreistin er 16. september 2024.

 

 

 

Umsóknin skal sendast til:

 

 

 

Miðnám á Kambsdali

 

Dalsvegur 1

 

Kambsdalur

 

530 Fuglafjørður

 

 

 

ella við telduposti til:

 

 

 

[email protected]

 

 

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu Hansen á telefon 252323.