Miðsummartúrur fyri argjafólk

Sunnudagin 28. juni skipa KFUM-skótarnir á Argjum fyri almennari gonguferð í Kirkjubøhagan

Gingið verður eftir varðunum undir Reyninum og suðir eftir. Á veg heim verður steðgað á við Heinastovu, smáttuna hjá skótunum á Argjum, har bál, miðsummarrøða og felagssangur verður.

Eyðun á Borg fer at greiða frá á ferðini, skótarnir fara at skipa fyri legubáli og felagssangi við skótasmáttuna, og Bergur Debes Joensen, prestur, fer at halda miðsummarrøðuna.

Tað er triðja árið á rað, at skótarnir skipa fyri miðsummartúri í hagan. Gonguferðin er almenn, og hini árini hava nógv fólk verið við - bæði børn, ung, vaksin og gomul.

Farið verður frá Kirkju- og Missiónshúsium á Argjum sunnudagin kl. 13.30. og komið verður aftur umleið kl. 18.00. Best er at hava matpakka við á hesi ókeypis upplivingini í Kirkjubøhaganum.