Tað eru nógvir klaksvíkingar, norðoyingar og KÍ viðhaldsfólk í Sarpugerði, har heimamenninir undan dystarbyrjan heiðraðu KÍ, sum longu hevur vunnið FM.
Lítla løtu eftir dystarbyrjan noyddist liðformaðurin hjá Víkingi og verjuálitið Atli Gregersen av vøllinum, tí hann var skaddur. Nýggjur í miðverjuni er Arnbjørn Svensson, sum annars plagar at vera í álopinum ella framrættaðum plássi á miðvøllinum.
Tað rakar Víking serliga meint, at Atli er farin av vøllinum, tí hin maðurin, sum hevur verið fastur maður í miðverjuni, er ikki við. Tað er Gunnar Vatnhamar, sum er leikbannaður í dag.
Fyrra partin av fyrra hálvleiki hevur Víkingur staðið seg stak væl ímóti meistarunum, og eftir 26 minuttir noyddist ein av føstu KÍ spælarunum av vøllinum. Jóannes K. Danielsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Dávid Langgaard.