Miðverji heldur ikki fram í HB

Tað verða fleiri útskiftingar í HB hópinum til komandi kappingarár

Gunnar Haraldsen verður ikki at síggja í HB komandi kappingarár. Sáttmálin millum hann og HB verður ikki longdur.

 

- Eg kann vátta, at eg ikki haldi fram í HB, sigur Gunnar Haraldsen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til støðuna í løtuni.

 

27 ára gamli miðverjin hevur spælt beint yvir hundrað dystir bestu deildini í Føroyum. Hann hevur umboðað feløg sum 07 Vestur, AB og HB. Gunnar spældi 21 dystir fyri HB farna kappingarár.