Mikael ætlar sær til HM í fótbólti

Vit hava spyrgt ymisk fólk, hvat tey ætla at gera í summar. Mikael Blak fer at gera nógv við tónleikin í summar, men eitt av hansara størstu ynskjum er at sleppa til eitt HM-endaspæl í fótbólti.

Navn: Mikael Blak

Bústaður: Norðasta Horn

Aldur: 28

Starv: Tónleikari

Frítíðarítriv: Fótbóltur og Kortspæl


Nær fært tú summarfrí í ár? Eg arbeiði mest um summarið


Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari at spæla tónleik og royna at fáa tíð

at hugna mær við familjuni.


Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Tí eg kann, og eg elski at spæla tónleik.


Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg plagi serliga at ferðast í Vestur-Europa og USA, men onkuntíð fari eg til okkurt meir eksotiskt stað, so sum Argentina ella Japan.


Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Ikki so nógv í Føroyum, men eg plagi at vera á festivalunum.


Lýs summarið við fimm orðum? Festivalar, Fótbóltur (tó bert annað hvørt ár,

tá HM ella EM er á skránni), Ljós, Ball og Summargleði


Hvat er títt dreymaferðamál? Eg vildi gjarna sloppið til HM í Brasilia í 2014, men annars hevði HM í Suður Afrika í 2010 heldur ikki verið av vegnum.