Foreldrini hjá Mikkjal, sum hann eisini var kallaður, vóru Malena Frederikka Mikkelsen fødd í Havn í 1847 og Hendrik Jacobsen (1854-1885), eisini úr Havn. Tey giftust í 1879 í Havnar Kirkju.
Beiggi Mikkjal var bøkjarin Jens Michelsen 1874-1934). Hann giftist við Ellen Sususanne Sofie f. Joensen (1882-1940). Eitt av teirra børnum var annars Einar Mikkelsen, kendur fyri sín el-virki.
Systir Mikk var Jacobina Maria Sofía f. 1880.
Mikk giftist við Maren Susanne Mouritsen (1882-1916). Tey fingu børnini Tinu, kend sum happadráttarseljari, og Hendrik (1913-2007), sum giftist við Amandu Magnussen (1922-2008) úr Saltangará. Hann var kendur sum skóti.
Minningarorð í Dagblaðnum: Sterkur sum ein kempa
7. august 1968 andaðist á Landssjúkrahúsinum Michael Jacobsen, nevndur Mikkjal í Dávastovu í Havn, 85 ára gamal.
Mikkjal í Dávastovu var borin í heim í hini gomlu Havnini, í Dávastovu í Gongini. Henda vakra og hugnaliga húsarøðin við vestaru síðu á Eystaruvág frá Ísaksstovu og út til Villustovu er øll farin fyri fleiri árum síðani.
Dávastova var ikki júst nakað valahús heldur enn onnur av teimum smáu húsunum í Gongini. Men raskir og dúgligir vóru teir, sum haðani komu. Tað sama kann sigast um kvinnurnar, sum bornar vóru í heim í Gongini.
Mikkjal í Dávastovu var valla fermdur, áðrenn hann fór út at arbeiða. Hann var lágur av vøkstri, men tað hann ikki hevði í vøkstri, tað vann hann sum bragdligur, fimur og fermur arbeiðsmaður. Hann arbeiddi øll síni bestu ungdómár, ja, heilt til mandómsár, hjá Thorshavn Handelsforening. Jens Olsen, ið var handilsstjóri, nevndi hann “Beck Olsen” eftir kenda danska sterka manninum Beck Olsen, sum tá var nógv havdur á máli. So væl stóð Mikkjal í Dávastovu í hansara eygum. Harafturat dugdi hann sjáldsama væl millum arbeiðsfelagar og var væl kendur av øllum.
Mikkjal kom tíðliga uppí felagslívið í Havn. T.d. var hann skjótt ein av teimum mest aktivu í sangfelagnum, har hann var tenorur, og hann var í musikkfelagnum millum teir fyrstu í hornmusikkinum, har hann blásti basun. Bæði hann og Marsanna hjá jarðamóðurini, tey vóru tá trúlovað, vóru limir í Havnar Ungmannafelag. (Mikkjal var eisini onkuntíð blaðstjóri á blaði felagsins Baldursbrá.)
Mikkjal var eisini limur í Framburðsfelagnum sjálvandi, frælslyntur og tjóðskaparhugaður, sum hann var.
Mikkjal og Marsanna giftust við teim bestu vónum at fylgjast á lívsleiðina í sama trúskapi, sum tey høvdu fylgst frá ungum árum, tá ið tey høvdu funnið hvørt annað. Men lagnan var hørð og hjartaleys móti hesum ungu hjúnum. Marsanna doyði frá honum og tveimum smáum børnum á teirra lívsglaðastu stundum.
Hetta var hart, hetta var tungt, og hetta fór illa við Mikkjali, sum kom at liva sum einkjumaður mestu tíðina av síni æviskeið.
Systir hansara, Bina í Dávastovu, sum altíð var eitt skilafólk, kom at vera tann verndarhondin, ið eitt av lagnuni so illa farið heim hevði neyðugt. Og hon kom at vera í heimi hansara so leingi, hann livdi.
Mikkjal í Dávastovu var ein arbeiðshugaður maður. Hann arbeiddi tey flestu av sínum seinastu árum hjá Havnar Timburhandil. (Har hevur hann arbeitt saman við Birgar Johannesen.) Og tá ið hann vegna sín høga aldur gavst á arbeiðsplássinum, var tað sum hann ikki treivst. Tað bar tá á, at ein kundi síggja hann vera farnan aftur til arbeiðis í Timburhandlinum. Hann dugdi ikki at ganga fyri einki.
So seint, sum dagin fyri, at hann fór á Landssjúkrahúsið, var hann sína seinastu ferð á arbeiðsplássi sínum í Havnar Timburhandli.
Mikkjal í Dávastovu var altíð ein fryntligur og blíðorðaður maður, ein góður felagi á arbeiðsplássinum. Øll bóru Mikkjali alt gott, og mong munnu fara at sakna hann umframt tey, sum stóðu honum næst í lívinum. Og friður veri við minni hansara.
Fekk søguligan fótbóltsskaða
Í HB-bókini hjá Jógvan Arge er henda frásøgn:
Á aðalfundi í HB 24. apríl 1911 legði formaðurin Gunnar Winther fyri við eini heilsan av Hospitalinum frá Mikkjali, sum árið fyri hevði spælt hálvbakkur á kampliðnum hjá HB. Mikk hevði dagin fyri verið fyri fyrsta beinbroti, sum fótbóltsmenn í Havn vistu um.
Tað kom eisini í bløðini, og Dimmalætting skrivaði, at hetta mátti koma einaferð, tí tey flestu, sum høvdu verið til fótbóltsdyst undraðust á, at einki skinnabein var brotnað enn.
Undir venjingini í Hoydølum eini sunnudag seinnapart vóru Valdemar Rein og Mikk so grammir eftir bóltinum, at teir sparkaðu eftir honum samstundis. Úrslitið varð, at Mikk breyt beinið um fótliðin.
Tað hoyrdist um allan vøllin, tá beinið brotnaði. Mikk varð fyrst fingin niðan til grannan Sanatoriið og haðani borin alla leiðini út á Hospitalið í Làgabø.
Men læknin Jensen fekk ikki tikið sær av hesum óhepna fótbóltsspælara beinanvegin, tí hann noyddist at fara til Kaldbaks. Beinið varð ikki lagt saman fyrrenn morgunin eftir, men tað sakaði ikki. Hildið varð, at tað fór at taka einar tveir tríggjar mánaðir, til hann var fullførur aftur.
Á aðalfundinum bar formaðurinValdemar Rein serliga heilsan frá Mikk, at hann metti óhappið vera hent av tilvild og legði ongan undir at hava skyldina.
Við hesum tók spurningurin um ítróttartrygging seg upp, og HB-ararnir royndu at halda spælara sín skaðaleysan. Formaðurin legði fram ein lista, har limirnir kundu tekna seg fyri 25 oyru pr. portión til útreiðslurnar, sum stóðust av óhappinum og mistari inntøku hjá Mikk.
Teknaðar vóru 68 portiónir á 25 oyru, ið svaraði til 17 krónur um vikuna. Tróndur Hansen lovaði at fara til aðrar limir, sum ikki vóru á fundi at fáa teir til at spaða til eisini.
Ættin
Mikk var eisini virkin í ríðing. Hann reið í hvussu er kapp á ólavsøku í 1926. Vinnarar vóru Johs. Samuelsen, Poul Johs. Hansen og Kjartan Mohr.
Um Marin Susannu kann sigast, at hon var dóttir Onnu Martinu, sum var jarðarmóðir og Sofus Frederik Mouritsen, sum var við í politistaliðnum í Havn. Systkin hjá henni vóru Jacobina, gift við Poul á Kirkjuveg, Dorthea, giftist til Eiðis við Petur Kruse, Julianna Mortensen, gift við Mortan Blikk, Aksel, giftist við Sonnu úr Fámjin og Mourentza gift við Martin av Tvøroyri.
Komandi partur
Komandi tveir partar verða um Rubeksenfólkið. Tann fyrri av teimum verður serliga um Nicolinu og Adolf Rubeksen