Fuglar, skálir, tallerkar, hálsprýi, ljósastakar, klokkur, lampuskermar og nógv annað. Hetta eru alt lutir, sum eru at finna inni í hølunum í Vertshúsinum niðan fyri Sjónleikarhúsið, har fyritøkan Mikkalina Glas nú heldur til. Hetta eru eisini lutir, sum seinasta árið av álvara hava fingið atgongd til nógv føroysk heim, og við litum sum gult, blátt, ljósareytt, appilsingult og grønt kunnu eyðkendu glaslutirnir veruliga seta lit á tilveruna.
- Eg havi av sonnum eina litgleði. Eg elski litir. Hugsanin við teimum litríku glaslutunum er, at fólk skulu fáa litir inn í heimið upp á ein óflipputan máta. Tað haldi eg, at teir ymsu glaslutirnir megna, sigur Mikkalina Norðberg, sum seinastu sjey árini hevur fingist við glasskering. Tað vil siga, hon tilevnar ymsar lutir burtur úr glasi.
Hugskotið, at fáast við glasskering á henda hátt og seta egna fyritøku á stovn, hevur verið so mikið gott, at Mikkalina seinasta fríggjadag fekk virðisløn fyri at vera Ársins Íverkseti.
- Í roynd og veru havi eg ongantíð sæð meg sjálva sum ein íverkseta. Eg havi meira sæð meg sum tann, ið skal gera virðislønirnar til vinnararnar, heldur Mikkalina skemtiliga fyri, meðan hon situr inni í handlinum, sum eisini er hennara verkstaður, og hyggur út yvir allar teir ymsu lutirnar, sum standa frammi.
- Sjálvandi eri eg fegin og ikki minst errin um, at fólk eru glað og virðismeta tað, eg geri. Í eini slíkari vinnu sum hesari gongur tað upp og niður, og tá er gott at hava eina virðisløn at hyggja eftir fyri at minna seg sjálvan á, at mann ger okkurt rætt, sigur Mikkalina, sum upprunaliga er útlærd námsfrøðingur.
Altíð hugtikin av glasi
Hóast tað ikki eru færri enn sjey ár liðin, síðani Mikkalina av álvara fór at takast við glaslist, hevur henni altíð dámað glas í øllum avbrigdum.
- Áhugin hevur ivaleyst verið størri enn hjá flest øðrum fólkum. Meðan onnur hava shoppað klæðir og skógvar, tá vit hava verið uttanlands og ferðast, so havi eg hugt eftir glasi. Ikki altíð fyri at keypa, men eisini fyri at síggja og uppliva tað, greiðir Mikkalina frá.
Spurd, hvat tað er, sum ger glas so áhugavert, er hon skjót at svara:
- Tað er okkurt livandi við glasi. Tað organiska í tí, tað gátuføra. Onkursvegna er tað eisini hugtakandi á tann hátt, at glas er sterkt tilfar, men samstundis er tað eisini skroypiligt, sigur Mikkalina og vísir á tunnu glasfuglarnar, sum standa í vindeygunum og stóru tungu skálirnar, ið standa á tveimum smáum borðum inni í handlinum.
Eingin ivi er um, at kvinnan, sum júst er vald at vera ársins íverkseti, er kreativ. Upp á fleiri mátar.
- Eg havi nokk altíð verið kreativ, tí eg minnist, at eg sum níggju ára gomul klipti og seymaði mær eina skjúrtu úr einum laki. Longu sum barn dámdi mær væl at fáa eitt hugskot og so at siga fáa tað út gjøgnum fingrarnar, fortelur Mikkalina.
Møguleikin var har
Hóast Mikkalina hevur verið áhugað í glaslist í nógv ár, var tað ikki fyrr enn fyri sjey árum síðani, at hon valdi at gera nakað ítøkiligt við henda áhugan. Leingi hevði hon hildið, at tað bar ikki til at fáast við glasskering á henda hátt, sum hon tekst við í dag.
- Eg fann útav, at tað letur seg gera at arbeiða við køldum glasi, og at hetta var ein arbeiðsháttur, sum eg saktans kundi brúka í Føroyum, sigur Mikkalina, sum fekk tað endaliga skumpið til at byrja sítt egna glasvirksemi, tá ein vinmaður, sum er glasblásari í Danmark, fortaldi henni, hvussu hon skuldi bera seg at.
Alt fyri eitt fór Mikkalina undir at savna eina rúgvu av tilfari bæði á internetinum og í bókum um glasskering og neyðugu amboðini. Síðani var hon eisini á háskúla íDanmark í tveimum umførum, har tey góvu frálæru í glasskering. Síðani byrjaði hon at rigga kjallaran heima við hús til, soleiðis at hon kundi fáast við ítrivið har. Rættiliga skjótt sá hon, at fólk vóru áhugað í tí, hon tilevnaði úr glasi.
- Saman við fleiri øðrum vísti eg ta einu ferðina fram í Múllers Pakkhúsið, og eg minnist, at alt bleiv skrætt burtur. Eg keypti amboð og meira tilfar við teimum pengunum, sum eg forvann mær frá tí framsýningini, og so gjørdi eg enn fleiri lutir, fortelur Mikkalina, sum tá lænti ein ovn úti í býnum.
Til ber næstan at siga, at líka síðani fyrstu framsýningina hevur tað gingið slag í slag, og inntøkurnar frá søluni av teimum ymsu glaslutunum hava gjørt, at hon í summar kundi flyta í hølini í Verthúsinum, har hon bæði hevur handil og verkstað. Eisini hevur hon í dag sínar egnu ovnar og onnur amboð til at gera glaslutirnar við.
- Eg hevði eina kenslu av, at hetta kundi blíva gott, og eg valdi at fylgja tí góðu kensluni. So leingi tú gert tað, so kann ikki ganga heilt galið, sigur Mikkalina.
Var noydd at tora
Mikkalina dylir ikki fyri, at hóast tað hevur gingið henni væl við glasfyritøkuni, so er tað ikki bara bara sjálv at fara undir eina fyritøku.
- Tú kanst ætla, at eg havi havt svøvnleysar nætur, har eg havi hugsað, um hetta nú eisini var eitt gott hugskot ella ikki. Eg hugsaði ”hvat nú, um eg keypi ein ovn, sum kostar eini 100.000 krónur, og so tímir eingin at keypa frá mær”. Men onkursvegna var eg noydd til bara at leypa útí hesa avbjóðingina, tí eg kundi líkasum ikki annað. Eg elski hetta arbeiðið, og tí var eg noydd at tora, fortelur Mikkalina, sum sigur seg ikki hava kunnað klárað at stovna egna fyritøku uttan hollan stuðul frá teimum nærmastu.
- Eg havi funnið útav, at tá tú fert undir nakað stórt, sum tú veruliga brennir fyri, so eru tað nógv fólk, ið vilja lyfta uppgávuna saman við tær og royna at hjálpa upp á ymsar mátar. Í roynd og veru kenni eg tað, sum havi verið borin á lógvum gjøgnum alt hetta, tí eg havi fingið so góða hjálp, sigur Mikkalina og undirstrikar týdningin av stuðlinum, hon hevur fingið frá manni og børnum.
- Í nógv ár hevur meir ella minni alt snú seg um Mikkalina Glas, og tí er umráðandi, at tú sum íverkseti hevur familjuna við tær. Hetta fyllir simpilthen alt. Onkuntíð hugsi eg, at tað er ótrúligt, at tey hava hildið meg út so leingi, sigur Mikkalina og flennir. Síðani gerst smílið meira álvarsamt.
- Sjálvandi hevur tað verið strævið, tí alt snýr seg um fyritøkuna, men eg havi tó ongantíð á hesi glasferðini hugsa, at eg droppi glasið. Eg havi altíð vitað, at tað er hetta, eg skal. Eg havi verið móð og ynskt, at eg kundi slept øllum í eina viku ella so, men nei, eg havi ikki í eitt sekund viljað slept øllum glasinum, sigur Mikkalina.
Stórar dreymar
Tað, ið byrjaði sum ein dreymur, er í dag vaksið til eina fyritøku, har Mikkalina hevur fólk afturat sær í fyritøkuni.
- Tað eru fleiri, sum hjálpa mær, men eg havi eina fasta, sum er her eini seks tímar hvønn dag. Tað merkir, at eg kann framleiða tað meira av glasi. At lutirnir eru blivnir so vælumtóktir ger eisini, at eg havi ráð til at keypa nýggj amboð, meira tilfar, havi betri pláss og kann hugsa stórt, fortelur Mikkalina, sum tó vísir á, at í dag er Mikkalina Glas ikki bara eitt spælipláss, sum hon kallar tað, men eisini fyritøka. Og tað hevur eina ávirkan.
- Tá eg nú havi bundið meg til húsaleigu og starvsfólkalønir, so sigur tað seg sjálvt, at eg onkuntíð má fara á kompromis. Tað vil siga, at eg í ein ávísan mun framleiði mest av tí, sum eftirspurningur er eftir. Men hinvegin merkir tað ikki, at eg geri onkrar ávísar lutir bara fyri at fáa pengar til húsaleigu. Alt, sum stendur frammi, eri eg errin av at hava gjørt, sigur Mikkalina.
Hon hevur gjørt sær tankar um, hvat skal henda við fyritøkuni og teimum sermerktu glaslutunum næstu mánaðirnar.
- Eg havi ítøkiligar ætlanir, sum peika út í heim. Júst hvat tað er, vil eg ikki siga beint nú, men innan eitt ár, so skuldi eg gjarna havt selt rættiliga nógvar klokkur og stórar skálir av landinum, avdúkar Mikkalina, sum tó ikki ætlar at gloyma føroyska marknaðin.
- Tann marknaðurin er lítil og skjótur at metta, men eg hopi at eg alla tíðina kann mennast og harvið menna mína glaslist, soleiðis at tað ikki bara verður tað sama, sigur Mikkalina.
Onkuntíð hevur hon hug at fílast á, at hon ikki byrjaði við glaslist, tá hon var yngri.
- Var eg byrjað fyrr, so hevði eg eisini havt fleiri ár til at menna mínar vørur, men kanska kann eg verða við til at geva øðrum ungum íblástur til at fáast við glasskering. Tað hevði verið stuttligt, um Føroyar eisini kundu blivi kendar fyri glaslist.