Hetta var áhugaverdur og góður dystur. Eg haldi, at vit áttu at havt skorað eitt mál aftrat, men vit mugu ásanna og virða, at Víkingur gav okkum dygga mótstøðu, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen í samrøðu við Trónd Arge í FM1, og hann heldur fram:
-Vit ætlaðu at geva áskoðarunum fullan valuta, og tað royndu vit. Men eg segði spælarunum við stórum bókstavum í hálvleikinum, at teir hingu í hondbremsuni, og at eg vildi hava teir at leggja uppaftur meiri fyri, og tað haldi eg, at teir gjørdu í seinna hálvleiki. Men Víkingur eigur stóran heiður fyri at syrgja fyri góðum dysti, sigur KÍ venjarin.
KÍ og Mikkjal K. Thomassen tóku í 2019 og aftur í dag ímóti gullkrónum og FM steypinum:
-Hetta var øðrvísi á mangan hátt. Fyri tveimum árum síðani var talan um avgerandi finalu á síðsta leikdegi, tá ið vit í Gundadali vunnu 3-0 ímóti B36. Nú høvdu vit tryggjað okkum FM fyri fleiri umførum síðani. Avrikini hava í ár verið meiri sannførandi, enn tey vóru fyri tveimum árum síðani, men kenslan er tann sama hvørja ferð, tá ið tú vinnur FM, sigur KÍ venjarin, sum ikki fer at leggja seg afturá og njóta FM heitið:
-Vit hava skrivað undir sáttmálar við nógvu av spælarunum, men vit hava avtalað fundir í næstu viku, og um eina viku fara spælararnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, tá ið eg fari at senda teimum ætlan fyri styrkisvenjingar, sigur KÍ venjarin.