Hetta vikuskiftið verða tað Mikkjal Hvannastein og Kristian Johannesen, sum fara at framføra LIVE í Fortuna. Mikkjal og Kristian hava spælt saman í eina tíð og eru kendir fyri at framføra áhoyrara-vinarligan tónleik.
Teir hava nýliga verið í venjingarhølinum og vant nýtt tilfar.
Sagt verður frá, at talan er um onkrar serliga skemtiligar tekstir, sum verða at hoyra.
Fríggjakvøldið kl 22.00 verður Pub-Quiz v/ Kristian Joensen.
Diskotekið í Barok verður við K-1.