Eftir átta framúrskarandi ár við ógloymandi upplivingum enda KÍ og høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen, samstarvið, sum annars skuldi ganga fram til og við 2025. Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ
Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.
KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi, sigur KÍ