KÍ fór fyrrapart úr Føroyum til Bern, har liðið í annaðkvøld skal spæla móti sveisiska meistaraliðnum Young Boys. Hetta er í øðrum umfari í undankappingini til bólkaspælið í Champions League. Undan fráferðini gjørdi Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, eina samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.
- Hetta verður tann torførasta uppgávan hjá okkum higartil. Faktist nógv tann torførasta vit hava roynt. Young Boys er tað besta liðið í Sveis, og tað greitt betri enn tann mótstøðan vit hava møtt fyrr, sigur Mikkjal Thomassen, sum ætlar at halda lív í dystinum so leingi, sum tað ber til.
- Vit leggja eina neyva ætlan fyri dystin, og málið er at halda spenningin í dystinum. Eg havi sæð fleiri dystir hjá Young Boys í landskappingini, og har eru teir onkuntíð á odda 4-0 í hálvleikinum. Vit skulu royna at koma í eina støðu, har dysturin ikki er avgjørdur aftaná ein hálvan tíma. Hetta var vit at leggja eina neyva ætlan eftir, og síggja um vit klára at standa ímóti. Tá kann tað blíva ein spennandi dystur, sigur Mikkjal Thomassen.
Tað hava verið nakrir hendingaríkir dagar, og seinasta orðið er ikki sagt í stríðnum við Slovan Bratislava, sum nú hevur kært avgerðina hjá UEFA, um at senda KÍ víðari í Champions League. Hetta hevur eisini merkt hópin, men venjarin vísur eisini á, at fótbóltsspælarar eru vanir við nógv trýst.
- Hetta hevur verið ein serlig tíð, har vit settu okkum upp til ein dyst mikudagin, sum verður avlýstur. Vit seta okkum síðani upp til ein dyst fríggjadagin, sum eisini verður avlýstur í seinastu løtu. Tað er ein óvissa alt vikuskiftið, og ikki fyrr enn 48 tímar áðrenn dysturin skal byrja, fáa vit svar at vit eru víðari, sigur Mikkjal Thomassen.
Dysturin móti Young Boys verður í annaðkvøld klokkan 19.15.