Mikkjal skiftir út

At botnliðið er gestur í Klaksvík vil ikki siga, at tað kann roknast við, at talan verður um avgreiðsluspurning hjá heimaliðnum

Ólavsøkan var góð hjá KÍ. Eftir heimasigurin ímóti Skála kendist tað serliga søtt, at NSÍ vann ímóti HB í Gundadali.

Í dag eigur KÍ heimavøll ímóti 07 Vestur, sum er botnlið. Tað luktar av avgreiðsluspurningi hjá klaksvíkingum, men tølini siga, at KÍ ofta hevur trupulleikar, tá ið 07 Vestur er mótstøðuliðið.

Síðsta dømið um hetta var 12. apríl, tá ið 07 Vestur á heimavølli legði seg framum 2-0, áðrenn KÍ fótaði sær og vann 3-2 á Dungasandi.

Eisini í fjør var tað tætt, tá ið 07 Vestur og KÍ hittust. KÍ vann fyrra dystin í Sørvági 2-0 og í Klaksvík 1-0. Seinni dysturin í Sørvági endaði 1-1. Frísparksmálið hjá Søren B. Nielsen í 94. minutti var ein av stóru orsøkunum til, at KÍ ikki vann FM.

 

Í dag verður nýggjur maður í KÍ miðverjuni. Predrag Pocuca úr Kroatia er tøkur. Hann er ætlaður at avloysa landsmannin Marko Dusak, sum av persónligum orsøkum er farin til hús.

Ólavur Niclasen, sum seinastu tíðina hevur verið miðverji, spældi 55 minuttir í fyrstu deid ígjár. Jóannes Bjartalíð var á vøllinum alla tíðina. Hann hevur verið skaðadarvaður og trongdi til dystarvenjing.

Jákup B. Andreasen er leikbannaður, og Hákun Edmundsson er framvegis skaddur.

 

07 Vestur hevði frí á ólavsøku, tí dysturin ímóti B36 varð útsettur.

Í dag hevur Pauli Poulsen tveir nýggjar spælarar í hópinum. Teir eru álopsspælarin Sonny Jakobsen, sum er fluttur úr Thisted í næstbestu donsku deildini, og miðvallarin Charlie Machell úr Onglandi. Jón Krosslá Poulsen, Gilli Samuelsen og Nikola Krcmarevic, sum ikki longur eru í felagnum.