Matvøruhandilin Miklagaður, ið heldur til í handilsmiðstøðini SMS í Tórshavn, boðaði í morgun frá, at vegna serligar umstøður, so lat handilin ikki dyrnar upp fyrr enn klokkan ellivu í morgun. Vanliga letur matvøruhandilin dyrnar upp klokkan níggju gerandisdagar.
Regin W. Dalsgaard, ið er Býlings- og Marknaðarstjóri í sølumiðstøðini, upplýsir, at tað er ein vatnskaði, ið er orsøkin til, at dyrnar ikki lata upp klokkan níggju, men at skaðin er avmarkaður.
- Hol kom í eitt rør, sum gjørdi at tað kom vatn út og elvdi til ein vatnskaða. Tí lata vit upp klokkan ellivu í dag, sigur Regin W. Dalsgaard í stuttari viðmerking, og leggur aftrat, at brandstøðin er á staðnum og hjálpir við upptakinum.