Mikudagin kemur hann aftur

Tá jólatræið í ár varð tendrað, kom jólamaðurin og tendraði træið, og tey sum vóru á Vaglinum sóu, at hann hevði 10 fittar vættrar at hjálpa sær.

 

Hetta var eitt sindur tíðliga at fara heimanífrá, jólamenn hava nógv at gera uppundir jól, og ikki allar gávurnar vóru lidnar tá, so hann skundaði sær aftur til hulduheyggin, har hann býr.

Vættrarnir hava ferðast um alt landið síðani tá, og vit hava fylgt nøkrum av teimum í barnaútvarpinum, og nú hava teir næstan verið allastaðni í Føroyum. Jólamaðurin er um at vera ferðabúgvin, gávurnar eru næstan allar lidnar, og vættrar pakka og pakka gávur, so hann sleppur avstað áðrenn jólaaftan.

Jólamaðurin í Havn hevur sent boð eftir jólaskipinum og sagt, at teir skulu koma mikudagin, tí hann ætlar at koma í Vágsbotn mikudagin kl. 17. Tað er nakað seint og myrkt tá, men børn í Havn eru í skúla og í barnagarði, so hann bíðar til foreldrini koma eftir teimum, so tey kunnu koma oman og taka ímóti honum saman við jólamonnunum, ið búgva í Húsareyni og Kirkjubøreyni.

Sum altíð gleða teir seg at koma til Havnar, har eru so nógv børn, og so hevði hin jólamaðurin sagt, at býurin er vakrari í ár enn nakrantíð. Tað hildu teir eisini seinasta ár, so teir trúgva honum ikki at tað ber til, men so sigur hann.

Jólahúsið er flutt niðan aftur í Grasagarð, har er eitt sindur friðaligari at sova hjá teimum, so hann svevur helst tungt, hann sum býr har. Fríggjadagin ætla teir seg runt um allan býin, og tað er so langt og teir eru gamlir, so tí hava teir lænt ross, so teir koma á rossabaki oman á Kongabrúnna, áðrenn teir ríða allan vegin útum gamla kirkjugarð.

Men annars so fara teir at ganga runt í býnum allar dagarnir til jóla og heilsa uppá fólk sum eru farin til handils ella bert ein túr oman í býin at hyggja. Tað verður næstan sum á ólavsøku, her eru so nógv, sum eru heima at ferðast og halda jól, eisini tey fara oman í býin at hitta kenningar, fáa sær ein heitan munn og lurta eftir jólatónleikinum, sum verður hvønn dag fram til jólar. Og sjálvandi hava jólamenninir posan fullan av góðgæti.

Handlarnir í bðnum hava eisini leingi glett seg til at teir koma. Teir hava pyntað og fyrireikað seg til, at allir jólagestirnir, stórar og smáar nissur av bygd og úr býi, koma, tí tað er ein serligur hugni og góðvild á jólum. Fólk steðga á og práta, og tey ynskja hvørjum gleðilig jól og eru glað.

Og her úr miðbýnum ynskja vit eisini øllum eini gleðilig jól.