Milan Kulijc fingið spennandi starv í Serbia

Eftir fleiri ár sum spælari og venjari í Føroyum hevur hann fingið spennandi starv

Milan Kuljic, sum í fleiri ár spældi við feløgum sum VB og HB í føroyskum fótbólti, er júst settur sum høvðusvenjari hjá U17-landsliðnum hjá Serbia. 

 

Fyrrverandi miðvallarin, sum spældi í føroysku fótbólti næstan øll árini frá 1998 til 2013, hevur seinnu árini verið ungdómsvenjari í Serbia. Í fjør fekk hann avbera góð úrslit við U19-liðnum hjá FC Brodarac, sum kom til 1/16 finaluna í UEFA Youth League, har liðið tapti fyri Manchester United. Tað er fyrstu ferð, at eitt unglingalið hjá einum amatør felagið hevur staðið seg so væl í kappingini.

 

Milan Kuljic skal síðst september spæla venjingdyst móti Bosnia, sum verður fyrsta royndin sum U17-landsliðsvenjari. Hann er í løtuni í holt við UEFA Pro venjaraútbúgvingina. 

 

Í tíðini í Føroyum var hann eisini eitt skifti venjari hjá TB og hjálparvenjari hjá B36. Tey flestu munnu minnast Milan Kuljic sum ein seriøsan fótbóltsspælara, sum gekk høgt upp í at vera væl fyri á vøllinum. Hann var partur av tiltikna FM-liðnum hjá VB í 2000, og hevur eisini vunnið meistaraheiti við HB í 2009 og 2010.