Milan Kuljic hevur í ár verið hjálparivenjari hjá B36, men nú er greitt, at hann ikki heldur fram í felagnum. B36 sær seg ikki ført fyri at leingja sáttmálan.
- Trupulleikin er tað fíggjarliga, sigur Milan Kuljic, ið annars bara hevur gott at bera B36 og venjaranum, Mikkjali Thomassen.
- Eg havi ment meg nógv sum hjálparvenjari hjá B36. Eg havi eisini staðið á odda fyri liðnum nakrar dystir og havi vunnið FM við U14 dreingjaliðnum, sigur Milan Kulji við in.fo.
Milan var í fjør venjari hjá TB, men samstarvið steðgaði eftir kappingarlok, har TB í seinasta dystinum megnaði at yvirliva í bestu deildini.
- Eg vil gjara verða høvðusvenjari í Effo-deildini aftur. Eg fari aftur til Serbia, har eg skal luttaka á einum fótbóltsskúla í eina mánað, men eg havi framvegis vónir um at verða venjari í Føroyum aftur, sigur Milan Kuljic.
B36 hevur framvegis ikki sett nýggjan venjara til komandi kappingarár, men tað ljóðar fyri vist, at tað verður Sámal Erik Hentze, men avgerðin tykist draga út.