Milan vil leingja leigusáttmálan

Varaforsetin í AC Milan, Adriano Galliani sigur við BBC, at harðar samráðingar fara enn fram millum LA Galaxy og AC Milan um David Beckham: - Nú vóni eg, at vit kunnu semjast um, at Milan leigar Beckham fram til 30. juni. So kundi hann farið aftur til Los Angeles, og komi aftur í januar.

 

Beckham, sum skrivaði undir ein 5-ára sáttmála við LA Galaxy í januar 2007, skrivaði undir ein leigusáttmála við AC Milan fyri at halda seg í form, fyri at kunna koma upp á tal til enska landsliðið.

 

Í AC Milan hava tey verið sera væl nøgd við avrikini hjá Beckham, og felagið er áhugað í at knýta hann fast til felagið.

 

?Tað er ein langur vegur á mál. Men eg geri mítt besta?, sigur Galliani. Forsetin í LA Galaxy, Tim Leiweke segði í farnu viku, at boðið hjá Milan uppá Beckham var láturliga lágt. Beckham hevur skorað tvey mál í níggju dystum fyri Milan.