20 ára gamla Milja Reinert Simonsen fekk ein hálvan tíma á vøllinum, og staðfestast má, at hon gagnnýtti hann væl. Hon bæði skoraði sigursmálið til 2-1, og vann føroyska liðnum eitt brotsspark, sum Rannvá B. Andreasen tíverri misnýtti. Milja Reinert Simonsen var ein støðug hóttan ímóti turkisku verjuni.
- Bólturin skuldi inn, greiðir Milja Reinert Simonsen frá í samrøðu við Trónd Arge á Rás2. Milja slær fast í samrøðuni, at eingin turkisk verja skuldi steðga henni: - Tær vóru ikki klárar uppá, at vit kundu taka eitt skjótt innkast, greiðir Milja Reinert Simonsen frá.
Fyri eina unga føroyska kvinnu, sum elskar at spæla fótbólt hevur tað stóran týdning, at føroysku fótbóltskvinnurnar hava eina altjóða avbjóðing við einari høvuðs-undankapping til HM-endaspælið í 2019, sum verður í Fraklandi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Milju Reinert Simonsen aftaná 2-1 sigurin hjá Føroyum ímóti Turkalandi.