Millióningur ger nýtt Titanic skip

Ein australskur ríkmaður, Clive Palmer, hevur nú ætlanir um at byggja eina nýggja og framkomna útgávu av Titanic. Nýggja glæsiliga skipið skal enntá hava sama navn sum skipið, ið rendi á eitt ísfjall 15. apríl í 1912.

Søgan, sum liggur aftan fyri tað gamla Titanic skipið, sum sakk fyri meir enn hundrað árum síðani, er ikki nakað, sum heldur fólkum aftur frá at sleppa við á fyrsta túrin við nýggja Titanic.

Sambært fólkunum, sum standa fyri verkætlanini at byggja eitt nýtt Titanic, er áhugin at sleppa við á tí fyrsta túrinum ógvuliga stórur. So mikið stórur at ferðafólk vilja gjalda fleiri milliónir fyri at tryggja sær pláss umborð á high tech-útgávuni av Titanic.

Fleiri áhugað hava sambært James McDonald, stjóri á marknaðardeildini í reiðarínum Blu Star Line, sum Clive Palmers eigur, bjóðað yvir eina millión dollarar fyri at sleppa við fyrsta túrin yvir um Atlantshav. Og hetta gera tey, hóast byggingin av skipinum enn ikki er byrjað.

Tað er kinesiska skipasmiðjan CSC Jinling, ið skal byggja skipið.

Á Blue Star Line rokna tey við, at endaligi sáttmálin um byggingina av skipinum verður undirskrivaður innan stutta tíð. Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa, hvussu nógv Titanic II fer at kosta.

Clive Palmer upplýsir, at Titanic II verður minst líka so glæsiligt sum tað upprunaliga skipið, og at Titanic II fer at hava nýggjastu útgerð innan trygd og navigatión.