Milliónir til føroyskan fótbólt

Fótbóltur: Avrokningin til FSF og feløgini, sum tóku lut í europeisku kappingini í fjør, er nú klár

Í hesari vikuni skulu tvey føroysk fótbóltsfeløg í europeiska eldin, og tað er bæði ein ítróttarlig og fíggjarlig avbjóðing.

Tað kunnu tey feløgini skrivað undir uppá, sum royndu seg í Europa Cup í fjør.


Ítróttarliga

soltið

Í ítróttarliga partinum gekk, sum tað plagar hjá føroysku luttakarunum. Allir tríggir vórðu sendir úr kappingini eftir fyrsta innleiðandi umfarið.

Í meistarakappingini sóu vit Brian Laudrup og hinar úr Glasgow Rangers vinna 5-0 á Svangaskarði og 6-0 á Ibrox Park, í UEFA Cup tapti KÍ 6-0 í Ungarn, meðan klaksvíkingarnir á Svangaskarði bara vóru trettan minuttir frá sigrinum og ein minutt frá javnleikinum. Újpesti vann 3-2.

HB, sum var føroyska umboðið í steypakappingini, varð mett at hava besta møguleikan, og teir megnaðu 1-1 á heimavølli. Men niðri á Kypros gekk av skriðuni, og Apoel FC Nicosia vann 6-0.


Fíggjarliga

skarst væl

Føroyingar hava tikið lut í Europa Cup síðani 1992, og tað er á hvørjum ári staðfest, at føroysk feløg standa seg ikki serliga væl. Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum felagi at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum, sum tey hava tikið lut í.

Men tá tað ræður um tann fíggjarliga partin, so hevur skorist væl. Lennart Johanson, sum fyri stuttum dumpaði, tá hann royndi at gerast FIFA formaður, hevur havt sum eitt av sínum aðalmálum, at inntøkurnar hjá UEFA skulu koma øllum limalondunum til góðar, og tað hava millum onnur føroysk feløg notið gott av.

Nú er gjørt upp fyri europeisku kappingarnar í 1997/98, og pengarnir eiga at vera komnir á konto hjá feløgunum, sum tóku lut.

Sambært einum yvirlitið, sum UEFA hevur sent út í hesum mánaðinum, so hava GÍ, KÍ og HB í alt fingið 390 túsund sveisiskar frankar. Feløgini fáa umleið 4,50 krónur fyri hvønn frankin, og tað vil siga, at tey trý føroysku feløgini tilsaman hava fingið 1.755.000 krónur.


Ein millión

til GÍ

GÍ vann FM í 1996, og tað fáa teir nú altjóða útgjald fyri. Teir fáa 80 túsund frankar afturfyri stríðið ímóti Glasgow Rangers í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini, og harafturat fáa teir 150 túsund frankar, tí teir sum meistarar ikki fingu høvi til at royna seg í Champions League.

Vit hava onkuntíð fregnast fyri at frætta, um henda upphæddin fall burtur, tá talan eisini bleiv um eitt innleiðandi umfar í meistarakappingini. Hetta hevur verið eitt sindur ógreitt, men nú kunnu vit út frá UEFA yvirlitinum staðfesta, at GÍ í summar fær 230 túsund harðar sveisiskar frankar frá UEFA ella 1.035.000 krónur.

Í morgin skal B36 royna seg í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini, og uttan mun til, hvussu tað gongur, so fara teir um eitt ár at fáa somu upphædd í sveisiskum frankum. So fáa vit at síggja, hvat virði danska krónan tá fer at hava.


KÍ og HB 360

túsund í part

Nú fótbóltsárið er hálvrunnið, eru tað HB og KÍ, sum liggja fremst í landskappingini. Hesi bæði feløgini tóku í fjør lut í ávikavíst steypakappingini og UEFA kappingini. Tað fingu tey 80 túsund sveisikar frankar ella 360 túsund krónur í part fyri.

Fitt at fáa, er tað einki at ivast í, at teir í Havnini og í Klaksvík siga. Men samstundis ásanna teir, at tað er eitt langt lop frá 360 túsund og upp til milliónina, og tað er rættin til at fáa hana, at fyrst og fremst hesi bæði feløgini fara at stríðast um eftir summarsteðgin. Milliónin til meistararnar í 1998 verður ikki útgoldin fyrrenn í juli í ár 2000, men tað man ikki gera so nógv!

Komandi summar fer B36 at fáa milliónina fyri meistaraheitið í 1997 og harvið luttøkuna í innleiðandi umfarinum í ár. Um tað skuldi eydnast B36 at bast ísraelska liðnum úr Jerusalem, so fáa teir 80 túsund sveisiskar frankar afturat, og skuldi tað eydnast teimum at sloppið uppaftur longri, so verður inntøkan so nógv størri, men tað man hjá B36, sum hjá øllum øðrum føroyingum, bara vera ein dreymur.


Dreymurin um

Champions League

Í yvirlitinum frá UEFA sæst, at tað eru ikki smávegis upphæddir, sum rulla í Champions League.

Real Madrid vann kappingina, og fyri tað fingu teir frá UEFA 20.775.000 sveisiskar frankar ella 93.487.500 krónur.

Upphæddin, sum feløgini, ið ikki komu víðari úr bólkaspælinum, hava fingið, er treytað av, hvussu nógv stig tey megnaðu at fáa. FC Kosice úr Póllandi fekk minstu upphæddina. Hon var 2.500.000 sveisiskir frankar ella 11.250.000 danskar krónur. Tvær milliónir frankar fingu teir fyri at vera við í kappingini, og fimm hundrað túsund frankar fingu teir í sjónvarpsgjaldi.

Kosice fekk einki stig í bólkaumfarinum. Hini feløgini fingu 500 túsund sveisiskar frankar fyri hvønn javnleikin og eina millión fyri hvønn sigur.

Tá vit hoyra um slíkar upphæddir, so er einki at siga til, at donsku meistararnir, Brøndby, so ógvuliga fegnir vilja sleppa upp í part í meistarakappingini. Og hóast teir higartil hava snávað hvørja ferð, teir hava roynt, so mugu vit bara staðfesta, at hjá teimum er møguleikin nógvar ferðir størri enn hjá føroysku feløgunum, sum framvegis og fótbóltssambandið vunnu umleið 4,4 milliónir úr UEFA kassanum. Ein partur er farin út aftur í útreiðslum til ferðir og uppihald uttanlanda. Hesar upphæddirnar eru tengdar at, hvagar ferðin gongur. Tað verður roknað við, at útreiðslurnar í miðal eru 250.000 krónur fyri hvørt umfar, og tað vil siga, at útreiðslurnar í fjør vóru umleið 750.000 krónur. GÍ mundi sleppa nógv bíligari, enn vanliga verður roknað við, tí tað er bíligt at ferðast til og úr Skotlandi, meðan bæði HB og KÍ máttu rinda meiri fyri ferðirnar niður í Miðalhavið.

Síggja vit hetta í einum landsbúskaparligum høpi, so hava inntøkurnar til Føroya í hvussu so er verið eins stórar, sum útreiðslurnar vóru. Glasgow Rangers, Újpesti og Apoel FC Nicosia ferðaðust til og úr Føroyum á føroyskum veingjum, tey búðu á føroyskum gistingarhúsum, og harafturat vóru útlendskir dómarar, linjuverjar, eykadómarar og UEFA eygleiðarar í Føroyum til allar dystirnar, umframt at viðhaldsfólk hjá skotska felagnum vóru í Føroyum í nakrar dagar.