Milliónir til gransking

Granskingarnevndin hevur játtað næstan 7,4 milliónir krónur í stuðli til 12 granskingarverkætlanir í 2008. Talan er um Ph.D. og aðrar verkætlanir innan økini mentan, náttúru og náttúrutilfeingi og heilsu.

Sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, komu tilsamans 39 umsóknir inn, og søkt varð um tilsamans góðar 30 milliónir krónur. Tilsamans verða

2.629.662 milliónir krónur játtaðar til økið mentan, 3.903.675 milliónir til náttúra og náttúrutilfeingi og til heilsuøkið tilsamans 834.135 krónur. Játtaðar eru í alt 7.367.472 krónur í 2008.