Milliardaíløga gerast í Arktis

Ein av teim heilt stóru amerikonsku íleggjarunum, Guggenheim Partners, siga, at um tað skal verða áhugavert hjá altjóða marknaðinum at hyggja mótvegis arktiska økinum, Grønland íroknað, so skulu íløgur gerast í undirstøðukervi fyri einar sjey milliardir.

 

Tað segði umboðsmaður fyri íløgufelagið, Scott Minerd, við grønlandsnevndina hjá fólkatinginum.

 

Tað hevur verið eitt ávíst samband millum USA og Grønland seinastu tíðina. Uttanríkisráðharrin í Grønlandi, Vittus Qujaukitsoq, var millum teir fyrstu at ynskja Donald Trump góða eydnu við forsetaembætinum og legði upp til samstarv millum londini.