Stadionætlan
Talan er ikki um lítlar ætlanir, sum eru við nýggja margvøllinum í Keypmannahavn.
Kommunan hevur boðað frá, at tey vilja seta nærum 200 milliónir av til stuðulslán, sum í 30 ár skal vera rentu- og avdráttarfrítt, og útbjóðingin til hetta er av í desember mánaði.
Fleiri samtøk hava verið við í kapprenningi, men sambært donskum ,miðlum eru í dag bara tvey teirra eftir. Annað við altjóða AEG á odda, og hitt við Copenhagen Multiarena, har føroyska FCA-Invest hevur ein týðandi leiklut.
Júst stórsligna stadion-ætlanin var størsta punktið á skránni, tá FC Amager hóskvøldið í farnu viku hevði boðið føroysku samstarvsfeløgum sínum til borðs á Hotel Føroyum, og talan var um ein imponerandi fyrilestur, sum stjórin í Copenhagen Multi-arena, Brian Mollerup, hevði fyri gestunum.
Sterkir samstarvsfelagar
Tað stóð alt fyri eitt greitt, at talan er um serstakliga stóra ætlan. Eitt margstadion við plássi fyri 50.000 áskoðarum, har kostnaðurin liggur onkra staðni millum hálvaaðru og tvær milliardir krónur, er ikki bara nakað, sum tú byggir uttan víðari. Og einsamalt er hetta ikki nakað, sum FC Amager klárar at standa fyri.
- So ella so skulu vit skapa ein nýggjan heimavøll til FC Amager. Í dag hava vit á leið 1.200 áskoðarar í meðal til heimadystir okkara, men tað er eitt tal, sum vit hava sett okkum fyri at økja. Møguleikin, sum kommunan í Keypmannahavn hevur latið upp fyri, ger tað sjálvandi upplagt at fara eftir eini multiarena, men undir øllum umstøðum skal felagið hava nýggjan heimavøll, sigur Brian Mollerup.
- Men talan er tó ikki um eina ætlan, har heimadystirnir hjá FC Amager eru einasti aktiviteturin. Fyri at lyfta ætlanini, hava vit fingið í lag samstarv við fleiri av teimum heilt stóru aktørunum á marknaðinum. Tann kanska týdningarmesti av hesum er IMG, sum er kanska størsti fyriskiparin av events innan ítrótt, lívsstíl og entertainment, og hetta skal tryggja, at vit fáa drigið fleiri altjóða hendingar til júst okkara ætlan.
- Eisini hava vit samstarva við Arup-arkitektarnar, sum hava staðið fyri fleiri av størstu stadion-byggjaríunum í heiminum. Eitt nú kunnu nevnast Bird-nest stadion í Beijing, har Olympisku leikirnir vórðu hildnir og risastóra Allianz-Arena í Munchen. Talan er um altjóða samtak, sum til samans hevur fleiri enn 2.000 starvsfólk, og sum við sínum royndum og sambondum er til reiðar at standa fyri einum byggjaríi av hesum slag.
- Í triðja lagi hava vit eisini samband við ein av heimsins størstu konsert-fyriskiparum. Eg fái tíverri ikki upplýst navnið á hesum, men talan er veruliga um ein av tungvektarunum innan ídnaðin, og hetta kann tryggja, at vit megna at draga tey tónleikanøvnini, sum kunnu fylla eina slíka arena.
- Alt hetta skal tryggja, at vit eru før fyri at lyfta risa-uppgávuna, men tá hava vit eisini eitt stadion, sum kann brúkast til tað mesta. Ja, enntá eina Champions League-finalu, um tað skuldi verið, sigur Brian Mollerup.
Ikki bara til risar
Tað eru ikki øll tiltøk, sum kunnu draga eina fjøld upp á 50.000 fólk, men verður nýggja multiarenan veruleiki, er heldur ikki ætlanin, at hon bert skal hýsa slíkum risa-tiltøkum.
- Skjótitakið ger, at talan eisini verður um eina høll, og hendan skal eisini kunna minkast. Skilaveggir kunnu avmarka gólvvíddina, og við at lora takið niðureftir, ber eisini til at skapa karmar, sum eru intimir, hóast talan er um tiltøk, sum kanska savna eini 12.000 áskoðarar. Tað ger aftur, at funktionaliteturin í høllini verður enn størri, sigur Brian Mollerup.
Júst hetta tykist eisini vera eitt av bestu kortunum hjá samtakinum. Hóast ætlanirnar hjá mótstøðuliðnum úr AEG enn ikki eru almennar, so tykist talan her vera um eina risa-høll við rúmi fyri einum 15.000 til 18.000 áskoðarunum, men tann tørvin kann Multiarena-projektið altso eisini nøkta. Umframt at talan altso eisini kann vera um nógv størri hendingar eisini.
Á nýggja Amager
Amager hevur seinnu árini staðið í stórum vøkstri. Høvuðsstaðaroyggin telur í dag beint oman fyri 300.000 íbúgvar, men meira enn hetta tykist støðan hjá oynni í samlaða infrastrukturinum at gera hetta til upplagda staðið til eitt nýtt stadion ella multihøll.
- Eg veit ikki, hvar AEG ætlar at leggja sína høll, um tey vinna útboðið, men eg gangi bara út frá, at tey eisini hugsa um Amager. Í veruleikanum eru bara trý pláss í Keypmannahavn, sum eru tøk til byggjarí av hesi støddini. Eitt er við Lyngby, og har verður serstakliga trupult at fáa logistikkin at passa við allari ferðsluni, sum hetta heilt víst skapar. Og tað sama er trupulleikin við einum øki, sum eisini er móti Lyngby-leiðini, men tó nærri sjálvum sentrum.
- Tí er Amager sera upplagt bara út frá ferðsluni. Hartil hava vit í dag eina metro, sum lættir nógv um ferðsluna á Amager. Vit hava stutta fjarstøðu til Kastrup Lufthavn, og vit hava sjálvandi nýggja tok- og brúgvasambandið til Svøríkis, so tað vildi verið serstakliga løgið, um tað ikki eisini er á Amager, at onnur áhugað samtøk ætla sær at byggja sína høll, sigur Brian Mollerup.