Fótbóltur
Norska blaðið, VG hevur kannað hvørjir ríkmennirnir eru í enska fótbóltsheiminum. Og eingin ivi eru um fyrsta plássið.
Mansour bin Zayed al Nahyan legði eina upphædd á borðið til spælarakeyp í januar, sum svarar til eina miljard norskar krónur.
Á listanum yvir ríkastu felags-eigarnar í Onglandi, er tann 38 ára gamli Mansour klárt á odda. Við sínum 153 miliardum (norskar krónur) eigur hann duppult so nógvan pening, sum Chelsea-eigarin, Roman Abramovic. 42 ára gamli Abramovic eigur “bara” 71,6 milliardir í virðum. Abramovic má enntá finna seg í at verða vístur til 3. plássið.
Ríkur indari
Nýggjur á listanum, og frammanfyri Abramovic, er tann indiskt føddi, Lakshmi Mittal, sum eigur virðir fyri tað, sum svarar til 128 milliardir norskar krónur. Saman við Formel-1 miljarderunum, Bernie Ecclestone og Flavio Briatore hevur Mittal sprænt nógvan pening inn í London-felagið, Queens Park Rangers.
Beckham ríkast
Millum fótbóltsspælarnar er David Beckham nógv ríkastur við sínum 1,3 miljardum. Á øðrum plássi er Michael Owen hjá Newcastle, sum eigur góður 400 miljónir á bók. Enski landsliðsvenjarin og listasavnarin, Fabio Capello liggur eisini væl fyri við sínum 255 miljónum. Italiumaðurin hevur tryggjað sær eina løn uppá 60 miljónir krónur. Venjarin hjá Manchester United hevur spart up virði fyri 225 miljónir kr.
Venjarin hjá Arsenal eigur virði, sum svara til 143 miljónir norskar krónur. Her sæst yvirlitið yvir teir 20 ríkastu eigarnar, og 20 teir ríkastu fótbóltsspælarnar. Virðið er mett í norskum krónum.