Milliardir á flogvøllinum

Tað spældi so hampuliga friðarliga av, tá italsku stjørnurnar í gjárkvøldið komu við leiguflogfari úr Firenze

Nýggi fíggjarmálaráðharrin man vera lættur um hjartað, at virðið á italsku fótbóltsbeinunum ikki telur við á handilsjavnanum. Um so var, so hevði hesin versna við milliardatølum. Neyvt handilsvirði kann neyvan setast á allan italska hópin, men fleiri av spælarunum hava eitt søluvirði upp á hundraðtals milliónir á altjóða fótbóltsmarknaðinum.

Tað kundi tó verið hugaligt, um sami fíggjarmálaráðharri setti krav um, at somu spælarar skuldu rindað skatt av teirri upphædd, sum teir forvinna á Føroya-ferðini, tí við vikulønum í milliónaflokkinum hevði hetta eisini kastað nakað av sær. Eisini hóast steðgurin bert er fáar vikur.

Upphæddirnar, sum eru nevndar omanfyri, vísa eisini, at talan er um nakrar av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Og tí var einki forgjørt í, at fleiri ungdómar høvdu leitað sær á flogvøllin í vónini um at fáa ein autograf á blokkin. Ella kanska bara sleppa at síggja stjørnurnar, sum vanliga bert síggjast á sjónvarsskíggjanum, tá altjóða stórdystir eru á skránni.

Tað spældi tó bara heilt friðarliga av, og scenurnar vóru á ongan hátt eins ógvusligar, sum tær vóru tað, tá franska landsliðið á sinni vitjaði. Hesa ferð varð heldur ikki á sama hátt almannakunngjørt, júst nær heimsmeistararnir komu til landið, og tí vóru bíðirøðirnar minni. Men tað er tó lítið at ivast í, at bíðirøðirnar uttan fyri Tórsvøll verða stórar, tá Italia fríggjadagin hevur sína fyrstu – og einastu – venjing á ferðini. So er spurningurin, hvørji kynstur teir megna at vísa, tá sjálvur dysturin skal spælast. Og tað verða teir vónandi ikki einsamallir um at gera av.

Tað er undir øllum umstøðum greitt, at okkara fara at stríðast fyri hvørjum tí einasta bólti í hesum møguleika, sum helst er teirra størsti nakrantíð. Um tað røkkur til sensatiónina, skulu vit lata vera ósagt. Men royndin skal gerast – eisini hóast leggirnir hjá nøkrum av spælarunum eru eins virðismiklir sum nærum heil Norrøna.