Demokratiski senatorurin John Kerry, sum skal bjóða George W. Bush, forseta av á forsetavalinum í heyst, hevur nú savnað meiri enn1,1 milliard krónur til valstríðið.
Mary Beth Cahill, sum leggur valstríðið hjá Kerry til rættis, sigur, at í juni eydnaðist tað at savna meiri enn 200 milliónir krónur, og at higartil hava meiri enn ein millión fólk og fyritøkur latið stuðul til valstríðið. Sjálv heldur Mary Beth Cahill, at nógvir amerikanarar taka undir við hugsjónini hjá Kerry um, at USA má endurvinna virðingina í umheiminum.
Sjálvt um John Kerry hevur savnað meiri enn 1,1 milliard krónur til valstríðið, skal hann savna eitt sindur afturat, ætlar hann sær at hava líka nógvar pengar sum Bush. Sambært teimum seinastu upplýsingunum hevur Bush savnað umleið 1,3 milliard krónur til sítt valstríð.