Millum best og næstbest

»Samband als ikki er tað ringasta fyri okkara land. Heldur ikki tað besta. Tað er tað næstbesta«, segði Niels Arge Galán, sangari og gittarspælari í 200 m.a. í røðu fyri Magna Laksáfoss og Hergeiri Staksberg.

Hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu, har vit um eina løtu fara at handa tveimum monnum riddarakrossin hjá 200. Vit fegnast um, at báðir, sum fingu riddarakrossin í boði játtaðu at taka ímóti honum.

Í grundgevingini fyri hvør fær riddarakrossin handaðan varð í tíðindaskrivi sagt at tað eru fólk, sum bróta okkara fordómar og ikki lata seg seta í bás.

Vit hava øll fordómar. Fordómar um loysingarfólk, sambandsmenn, baptistar, klaksvíkingar …; fordómum hava vit nóg mikið av.

Fordómar eru allíkavæl hentir. Teir hjálpa okkum, so vit fáa sett tingini í system. Men fordómarnir eru ein trupulleiki tá man heldur, at har veruliga er eitt system.

Og tað er eisini í lagi at hava fordómar – bara man er opin um at tað júst eru fordómar. Vit skulu bara minnast til ikki at taka teir ov nógv í álvara.

Men av og á hendir tað gleðiliga, at tað gongur sjón fyri søgn, at fordómar bert eru fordómar. At knappliga kemur ein, sum als ikki passar inn í myndina. Sum brýtur alla vanahugsan og noyðir okkum at endurhugsa alt, sum vit hildu var galdandi.

 

Magni Laksáfoss

Magni Laksáfoss kom sum eitt snarljós inn á politiska leikpallin og oyðilegði alt, sum vit hildu vera galdandi fyri sambandsfólk. Okkara vanligu fordómar um, at sambandsfólk vóru grenjut, afturhaldssinnað, gomul, autoritetstrúgv, manglaðu humoristiskan sans, ikki skiltu ironi og ikki dugdu at argumentera fyri sínum sjónarmiðum vóru so dyggiliga gjørdir til skammar.

Magni Laksáfoss hevur við sínum evnum at grundgeva fyri sínum hugsanum á ein siðiligan, objektivan, onkuntíð stuttligan og ofta – og ikki minst – fakligan hátt vunnið okkara virðing. Magni boðar frá einum nýggjum ráki í sambandsflokkinum, sum vit heilsa vælkomnum.

Til ungar sambandsveljarar skal okkara áheitan vera, at um tú absolutt skalt velja ein sambandsmann, so skalt tú velja Magna Laksáfoss. Sum tað stendur skrivað í sanginum "Nýtt blóð":

Tú skalt velja ein politikara, sum hevur integritetin

Tú skalt velja ein politikara, sum er komin yvir pubertetin

Tú skalt velja ein við visjónum

Tú skalt velja ein við passión

Tú skalt velja ein við hjartanum

Tú skalt velja nýtt blóð

Magni Laksáfoss er ein kulur sambandsmaður, og tí vilja vit handa honum riddarakrossin.

 

Hergeir Staksberg

Maðurin, sum hevur verið á flestum 200-konsertum, bert yvirgingin av 200 sjálvum er Hergeir Staksberg. Hergeir hevur verið í vinaskaranum í mong ár. Hann spældi bassgittar í Makrel, sum oftani spældi saman við 200. Ein valdag fyri nøkrum árum síðani kom prátið sjálvandi inn á valið: Hvønn man skuldi velja, fert tú at velja rætt og so framvegis. Tá segði Hergeir, at hann fór at velja sambandsflokkin eins og hann altíð hevur gjørt. "Ert tú sambandsmaður?? Tú ert einki sambandsligur!" var svarið.

Eftir at Hergeir í fleir ár hevði reypað um hvussu nógvar 200-konsertir hann hevði verið til gekk man líkasum út frá, at maðurin var samdur við 200. Men tað er hann tvørturímóti.

Hergeir hevur seinastu árini gjørt vart við seg sum viðmerkjara í bløðunum, har hann hevur sera spískar og beinraknar greinar um samfelagið sum heild. Við einum sunnum humoristikum sansi og frá teimum skeivu vinklunum málar hann keipumyndir av samfelagnum og vísir á hvat kann gerast øðrvísi. Um 200 brúktu lesarabrøv sum miðil, vildi okkara fyrimynd verið Hergeir Staksberg.

Hergeir er ein kulur sambandsmaður, og tí vilja vit handa honum riddarakrossin.

 

Samband er silvur

Eg veit, at samband tað er silvur

Og silvur merkir nummar tvey

Eg veit, at samband tað er silvur

Og silvur tað er eftir reyv

 

Men júst við hesum eru nýggir tónar frá 200. Tí við hesum viðurkenna vit, at samband als ikki er tað ringasta fyri okkara land. Men tað er heldur ikki tað besta. Tað er tað næstbesta.

Vit doyggja jú ikki í hungri, verða ikki pínd ella fongslað fyri okkara politisku áskoðanir. Alt í alt liva vit í einum sera hyggeligum landi. Tað er fínasta slag. Tað er ikki best, men tað er næstbest.

Men hví skal gjógvin vera so djúp millum okkum, sum vilja tað besta og tey, sum vilja tað næstbesta? Átti tað ikki at verið meira samstarv millum hesar vanliga so ósamdu partar? Tí júst at vilja nakað við hesum landinum er tað, sum eyðkennir sambands- og loysingarveingirnar í føroyskum politikki. Hesir skjótt fyrrverandi mótpólarnir eru teir, sum veruliga brenna fyri hesum landi. Og tað er meira enn vit kunnu siga um hinar politisku hugsjónirnar.

Við at heiðra tveimum sambandsmonnum her í dag vilja vit byggja brúgv millum okkum, sum vilja ávikavist tað besta og tað næstbesta fyri okkara land.

Við hesum orðum fara vit at handa Magna Laksáfoss og Hergeiri Staksberg riddarakrossin.

Takk fyri.