Klaksvík:
Norðoyastevnan, sum ikki er meira enn farin afturum um bak, var, sum altíð, pakkað við tiltøkum og framsýningum.
Sjálvt um veðurgudarnir ikki rættiliga vistu, hvat veður teir skuldu senda stevnugestunum, so boðaði fríggjadagurin í øllum førum frá góðum, tí tá var veðrið av tí besta.
Forkvinnan í mentanarnevnd býráðsins setti stevnuna, sum vanligt er, fríggjakvøldið í Vágstúni. Setanin í ár var eitt sindur øðrvísti hesuferð, tí M´as Blues Band millum onnur vóru komin norður at seta dám á. Við fleiri av teirra stórhittum, sum øll kenna, hoyrdist tónleikurin í hvørt skot í býnum. Vanliga plagar setanin sjálv ikki at savna so nógv fólk, men tað gjørdi hon í ár, tí nógv fólk varð komið í Vágstún at lurta.
Og lítil ivi man vera um, at M´as Blues Band var tað, sum lokkaði.
Fríggjakvøldið var eisini nógv annað á skránni. Sum vant var tivoliøkið opið.. Har var karusell, hoppiborg, fiskidammur og eisini nógvir básar, har tú hevði høvi at vinna tær eina bamsu ella báðar tvær.
Diskotek var bæði í KÍ-høllini, Klubbanum og í Barok. Harafturat var gamlamannadansur í Lognbrá.
Fyri tey, ið ikki hava áhuga fyri júst hesum slagnum av undirhaldi, var millum annað ein ungdómsgudstænasta við Hans Eiler Hammer, presti, og opið hús var eisini í Betesda.
Vindur og regn
Leygardagurin var stórliga merktur av veðrinum. Sjálvt um veðrið ikki var eins vánaligt og í fjør, so var tað bæði vátt og rættiliga fitt av vindi.
Hetta darvaði uttandura tiltøkunum. Millum annað skipaði Treystið fyri afturvendandi norðoyastevnurenningin, sum eisini verður kallað Føroya Bjór renningin.
Her var runnið í øllum aldursbólkum. Frá teimum heilt ungu og til tey trøllvaksnu.
Súkklukappingin fyri vaksin varð eisini avgreidd leygardagin. Har var tað royndi súkklarin, Gunnar Dahl Olsen, sum gjørdist fyrstur um málstrikuna.
Ársins fyrsti FM-róður fór av bakkastokki, sum vant norðoyastevnuaftan klokkan 15. Veðrið darvaði eitt sindur, men tað gekk tó sum heild væl at leggja bátarnar. men tá sjálvur starturin skuldi flytast frá 1.000 metrum út á 1.500 kom av álvara til sjóndar, hvussu vánalig líkindini vóru til kappróður, tí tað gekk ein heilur tími millum róðrarnar hjá fimm-mannaførum hjá gentum og seksmannaførum hjá monnum. Kortini so varð kappróðurin hildin til tíðina, og klokkan var knapt seks, tá allir seks róðrarnir vórðu avgreiddir, og steyp og heiðursmerki skuldu handast. Tóra við Keldu handaði steypini.
Tá steypahandanin var av gekk ein góður tími, áðrenn Smyril fór avstað aftur til Havnar við øllum róðrarfólkunum og einum parti av stevnugestunum.
Tað sást aftur í býnum aftaná kappróðurin, at tað vóru fleiri, sum høvdu fingið karm, tí tá gjørdist heldur tómligt í gøtunum. So mong munnu tey vera, sum nýttu høvið at vitja familju, vinir ella kenningar, fyri at fáa hitan í seg aftur, og helst eisini ein góðan bita og okkurt gott afturvið. Ikki er ov nógv sagt, at tað gekk heldur long tíð áðrenn lív kom aftur í gøturnar. Tá klokkan nærkaðist midnátt og Klaksvíkar Hornorkestur byrjaði at spæla í Vágstúni, leitaðu nógv fólk sær aftur út ? hesuferð á midnáttarsamkomu.
Forkvinnan í MBF, Marjun Sigurðsdóttir, flutti fram røðu, og kyndlagongan hjá skótunum hugnaði um. Regnskjól, regnklæðir og vognar undir regnsløgum sóust í hópatali. Uttan iva var tað fýrverkið aftaná røðuna, sum dróg. Stórsligið var tað, og ikki varð spart uppá krútið, og tað hoyrdist sanniliga aftur á mannafjøldini.
Aftaná var felagssangur og fólk tóku væl undir, sjálvt um eitt grovt æl kom næstan beint eftir fýrverkið.
Mjørkadystur
Norðoyastevnudagur byrjaði væl í øllum førum, hvat veðrinum viðvíkur. Men longu áðrenn middagsleitið leitaði mjørkin sær til Klaksvíkar við nøkrum regndropum í lummanum.
Hans Eiler Hammer, prestur, helt prædikuna í Christianskirkjuni. KFUM og K kórið luttók við sangi.
Klokkan 14 fór skrúðgonga við Klaksvíkar hornorkestri, skótum, hestum og ítróttarfólki úr Klaksvíksgarðinum, har Laila Solmunde, næstforkvinna í MBF fluttu fram røðu.
Stevnudysturin í ár byrjaði ikki fyrr enn klokkan fýra, so fólk fingu høvi til at vitja tivoliøkið ella onkra av teimum mongu framsýningunum, áðrenn dysturin millum KÍ og B68 byrjaði.
Framsýningarnar vóru nógvar í tali, sum vanligt. Norðoya Listafelag hevði sína framsýning í Ósáskúlanum. Í fimleikarahallunum báðum vóru somuleiðis framsýningar. Eisini var ein framsýning í svimjihøllini av modelskipum, har børn fingu møguleika til at sigla.
Tá dómarin Niklas á Líðarenda bríkslaði stevnudystin í gongd, var hýrurin á øllum teimum hvítt og blátt klæddu áskoðarunum sera góður. Men sum dysturin leið, so sníkti mjørkin seg millum teir 22 leikararnar á vøllinum, og móti dystarenda sást ikki úr einum máli í annað. Dysturin endaði málleysur, men hetta var ein steypadystur, so avgerðin skuldi fellast. Tað bleiv gjørt við brotssparkskapping, sum B 68 vann 4-3. Sostatt fóru toftamenn avstað við norðoyastevnusteypinum.
Friðarligt
Politiið í Klaksvík letur væl at norðoyastevnuni. Teir hava sum vanligt verið úti til tey størru tiltøkini og hildið eyguni við fólki. Men ikki hevur verið nógv hjá teimum at gera, tá ein hugsar um, at tað er ein stevna.
Vakthavandi á politistøðini við Sandin í Klaksvík sigur, at hann metir, at tað hava ikki verið eins nógv fólk á norðoyastevnu eins og undanfarin ár. Uttan iva vegna verkfall og veður. Heldur ikki nógvir bilar eru komnir um Leirvíksfjørð, tí ferðslan í Klaksvík hevur ikki verið nógv.
Fýra fólk hava verið í brummuni og sovið rúsin av sær. Nógvir fullir menn hava tó ligið runt í býnum, har politiið hevur verið og fingið teir upp á beinini aftur.
Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur tó verið, og onkur fekk ein frammaná.
Herverki hevur verið lítið av. Ein rútur í einum bussi varð knústur og ein bilur hevði eisini fingið smávegis snuddir.
Nakrir ungdómar høvdu eisini leitað sær upp á takið á Roykivirkinum. Teir vórðu bidnir um at koma niðuraftur áðrenn nakar teirra fekk skaða.
Eini tvær fráboðanir hava eisini verið um bardaga, men tá politiið kom á staðið var onki hjá teimum at finna.
Ein rútur í svimjihøllini varð eisini knústur. Talan var um norðasta dupult-rútin á eystursíðuni á svimjihøllini.
Sum heild hevur talan verið um eina friðarliga norðoyastevnu. Sjálvt um veðrið ikki rættiliga vildi tað, sum fólkini vildu, so hava tey flestu uttan iva hugnað sær.
Aftur ein norðoyastevna er farin afturum bak, og tann næsta verður ikki á skránni fyrr enn um eitt ár. Men inntil ta tíð, verða fleiri aðrar stevnur, og tann næsta verður Fjarðastevnan, sum verður á Skálafjørðinum um 14 dagar.