Leygarkvøldið fara tíðarleysu frændir-sangirnir at runga á skarv, tá Millum Frændir við Steintór Rasmussen, Arnfríð Lutzen og Inga Isaksen fara á pallin Leygarkvøldið 5.maj fara Millum Frændur at undirhalda á Skarv í Keypmannahavn. Tey eru Steintór Rasmussen á guitari og sangi, songkvinnan Arnfríð Lützen og keyboardspælarin Ingi Islaksen.
Fólkatónleikarin Steintór Rasmussen hevur skrivað tónleik til millum annað, Frændir, Kular Røtur og Brand Enni v.m. Røddin hjá Arnfríð Lützen telist millum vakrastu røddirnar í Føroyum, og Ingi Isaksen er m.a. kendur frá Studio Pegasus, Dynamit og Kular Røtum. Tey fara at spæla frændirsangirnir, sum eru tíðarleysir, og flestu ungfólk duga sangirnir uttanat. Tey siga á Skarv, at føroyskur 80´ara tónleikur er nakað heilt serligt fyri ungfólk í dag, eins og 60´ara tónleikur er fyri eldra ættarliðið.
Promotorin á Skarv sigur, at avtalan, ið varð gjørd við Steintór, nú er blivin til eitt samarbeiðið við eitt MFS tiltak.
Tónleikurin á skarv leygarkvøldið byrjar á midnátt.