Millum heimsins minst religiøsu samfeløg

Í Danmark verður dúgliga kjakast um tómar kirkjur og minkandi áhuga fyri fólkakirkjuni og hennara trúboðan. Og úti í heimi er Danmark vorðið kent sum eitt av heimsins minst religiøsu samfeløgum. Samstundis hava religiónsfrøðingar roynt at givið sítt boð uppá irreligiøsu støðuna.

Altjóða spurnarkanningar úr fleiri londum hava leingi víst, at danir, samanborið við onnur lond, sum heild leggja nógv minni í religión enn onnur fólk. Sambært tølum frá Gallup Danmark seta sløk 25 prosent av dønum ongantíð fótin innum kirkjugátt. Og í hinum endanum eru tað bert sløk 6 prosent sum vitja kirkjuna hvørja viku. Úti í heimi er Danmark ímyndin av teimum sekuleru virðunum, og er síðani Muhammed kreppuna í 2005 vorðin ímynd av anti-fundamentalismu.


Danska serstøðan á religiøsa økinum fekk fyri nøkrum árum síðani amerikanska samfelagsfrøðingin Phil Zuckerman til at skriða sær í nakkanum. Zuckerman hevði fingið til uppgávu at gera hagtøl yvir, hvussu nógv ”ikki trúgvandi” vóru til í heiminum, tí hesi tøl manglaðu samanborið við onnur religións hagtøl. Tá hann samanbar hagtøl frá ymsum londum, gjørdist honum greitt, at Danmark og Svøríki vóru millum teirra, ið áttu flest fólk ið lýstu seg sum ”ikki religiøs” og søgdu seg leggja minst í religión. Samstundis visti hann frammanundan, at Danmark, saman við hinum norðanlondunum, taldist millum heimsins hægst mentu vælferðarsamfeløg, umframt at hava ”lukkumet” í miðal per íbúgva. Forvitni fekk ræðið á honum. Kanska onkur samanhangur var at finna millum tímiligu lukkuna og vantandi hugin til religión? Mundu danir og sviar nú veruliga leggja so lítið í religión sum hagtølini góvu ábendingar um? Og mundi okkurt religiøst ikki goyma seg handan irreligiøsu fasaduna? Hann setti sær fyri at finna fram til hvat búði handan irreligiøsu hagtølini og flutti til Danmarkar. Í eitt ár gjørdi hann longri samrøður við 150 danir og sviar um teirra tilknýti til tað religiøsa. Samrøðurnar tóktust vátta irreligiøsu hagtølini: hóast danir vóru fegnir um sín kristna mentanararv, fyltu trúarspurningar og religión sum heild veruliga sera lítið í gerandisdegnum. Religiøsir spurningar komu í stóran mun á aftastu røð. Eftir stendur spurningurin hví so stórur munur man vera á Danmark og Svøríki, samanborið við eitt nú Føroyar og USA, har religión tykist fylla væl meiri í gerandisdegnum hjá nógvum fólkum?


Nóg mikið í sær sjálvum


Ein radikal frágreiðing uppá donsku støðuna kemur úr USA. Samfelagsgranskararnir Ronald Inglehart og Pippa Norris góvu í 2004 sítt boð í bókini ”Sacred and Secular”. Teir samanbóru hagtøl yvir religiøsitet og vælferðarstøðið fyri heili 80 lond. Hagtølini yvir religiøsitet bygdu á spurnarkanningar, har millum annað var spurt, hvussu nógv religión fyllir í gerandisdegnum hjá fólki. Ímeðan vælferðarhagtølini góvu eina mynd av sosialari trygd: miðal livistøði, ójavna og materiellari trygd generelt. Niðurstøðan var greið: tess størri sosiali tryggleikin var í einum samfelag í miðal, tess minni tóktist religiónin at fylla í samfelagnum og hjá tí einstaka. Og øvugt: religiónin tóktist fylla væl meiri undir ótryggum sosialum viðurskiftum. Frágreiðingin er, sambært teimum, at religiónin gerst eitt trygdarnet í tilveruni tá sosiali tryggleikin ikki er nøktandi. Eitt slag av eksistentiellari trygd. Danmark taldist í frágreiðingini millum tey londini, ið høvdu størsta sosiala tryggleikan í miðal við relativt lítlum og avmarkaðum sosialum ótryggleika. Í so máta tykist danska vælferðarsamfelagið vera við til at greina donsku líkasæluna.


Tryggleika frágreiðingin hevur mangan verið havd á lofti, tá spurt verður, hví Føroyar munnu vera so religiøsar samanbornar við onnur lond. Søguliga hevur nátúran, tættleikin til havið og óstøðuga veðrið gjørt tilveruna hjá føroyingum ótryggari og tí hevur religiónin spælt so stóran leiklut, verður ført fram. Henda frágreiðingin er tó kanska nakað smøl, um hon sleppur at standa einsamøll – Phil Zuckerman vísir í sínari bók ”Gudløse samfund” frá 2008 á, at alment fíggjaða fólkakirkjan í Danmark eisini kann vera ein partur av frágreiðingini uppá, at danir eru ”minni trúgvandi”. Tí religión er sum einhvør annar marknaður: Er eingin drívmegi til at kappast, gerst vøran minni spennandi. Prestur fær sína løn, um so tað eru 5 ella 100 fólk til gudstænastu. Víst verður á, at almenna kirkjan ikki kennir tað sama trýsti at ”vera up to date” sum t.d. fríkirkjurnar gera. Í USA er sum kunnugt eingin alment fíggjað kirkja, tí er nógv størri kapping millum fríkirkjurnar um ”kundarnar”. Sannleikin liggur kanska onkunstaðni á miðjuni millum tað religiøsa útboðið og eftirspurningin - tørvin á religiøsum tryggleika.



Mín, tín og okkara religión


Hóast danir ganga lítið í kirkju, og religión tykist fylla lítið í gerandisdegnum hjá teimum, eru nærum 80 % framvegis limir í fólkakirkjuni. Við støði í samrøðunum kemur Zuckerman til tað niðurstøðu, at kristindómurin og fólkakirkjan sum mentanarlig eyðkenni framvegis hava stóran týdning fyri fólkini í heimsins minst religiøsu samfeløgum. Men religiøsa innihaldið tykist vera grundleggjandi broytt í mun til tað, kirkjan traditionelt hevur staðið fyri. Í staðin fyri at kirkjan hevur nakran veruligan myndugleika til at siga, hvussu danir skulu skipa sína tilveru, er sambandið við kirkjuna vorðið alsamt meiri selektivt. Í staðin fyri siðbundna kirkjugongd, er kirkjan í størri mun vorðið eitt tilboð millum fleiri, ið kann brúkast eftir tørvi til serlig høvir, eitt nú til jóla og giftarmál. Í bókini Gudstro í Danmark frá 2005, vísir danski religiónsfrøðingurin Peter Luchau á, at danir í spurnarbløðum í minni og minni mun vilja nevna seg sjálvar ”religiøsar”, teimum dámar betri heitið ”spirituellir” ella ”trúgvandi”. Ein frágreiðing uppá hetta kann vera, at tað, at vera ”religiøsur” umboðar nakað dogmatiskt og fastlæst, ímeðan ”trúgvandi” í størri mun umboðar ein opinleika fyri ymsum lívsáskoðanum. Tað gerst ein spurningur um heiti. Modernaði religiøsiteturin leggur upp til eitt sjálvtøkuborð, har til ber at velja tað frægasta burturúr fleiri religiónum og lívsáskoðanum eftir ynskum og førimuni. Tí er vanligt í Danmark, og helst eisini í størri og størri mun í Føroyum, at vit eitt tíðarskeið fara á buddistiskt klestur at meditera og annars í kirkju á jólum og tá tað annars hóskar okkum best. Eingin religión umboðar allan sannleikan og allar eitt sindur av sannleika; eitt sindur av buddismu og kristindómi blandað saman, tað er modernaður religiøsitetur. Fólkakirkjan í Danmark hevur hóast alt hetta roynt at tikið sær og reiggj fyri at vera við í tíðini: við nýggjum meditatiónsátøkum, náttargudstænastum og nútímans konsertum.


Til víðari kunning kann bókin hjá Phil Zuckerman, Samfund uden Gud, útgivin á forlagnum Univers í 2008, viðmælast.