Tveir føroyingar eru millum teirra, ið eiga mest seldu fløgur í Íslandi í 2007 Á listanum yvir mest seldu fløgur í Íslandi í 2007, er Eivør á 8. plássi við fløguni Mannabarn og Jógvan Hansen á 20. plássi við fløguni Jógvan.
Báðar fløgur hava ligið ovast á listanum yvir mest seldu fløgur, nakað eftir at tær komu út.
Jens Guð, heimmildarmaður í Íslandi, sigur, at t.d. hava Teitur og Høgni Reistrup eisini klárað seg væl, og hevði hann hesar ovast, tá hann varð spurdur av Frettablaðnum,hvørjar hann metti sum bestu útlendsku fløgur.
Mest selda fløga í Íslandi í 2007 var operakend fløga við Garðar Cortes.