Millum Public og Service

Klumman

At tæna fjøldini. Tað er væl tað, sum væl nýtta og til tíðir misnýtta Public Service merkir.

Men í vikuni fekk tað nú eisini eina nýggja merking. Tí tá Sjónvarpið ikki kundi tæna allari fjøldini í senn, so valdi leiðslan als ikki at tæna nøkrum sum helst. Jú, kanska sínum egnum áhugamálum við at leggja trýst á landsins myndugleikar í royndunum at fáa eitt nýtt sendinet.

Sjálvandi er tað ein ikki serliga nøktandi støða hjá Kringvarpinum, tá tey í fleiri ár hava tosað um niðurslitna sendinetið, uttan at politiski myndugleikin letst um vón. Tað er jú eisini púrasta vónleyst at gera nakrar sum helst íløgur, tá tvangskravda lurtara- og hyggjaragjaldið ikki gevur meira enn knappar 43 milliónir, og at talan annars bert er um nakrar fáar milliónir í rakstrarjáttan til sendinetið. Ella hvussu?

Men aftur til Public og Service. Leiðslan í og yvir Kringvarpinum hevur, nú hesar reglur verða skrivaðar, í tveir dagar hildið fast um, at tá tey ikki kunnu senda til allar føroyingar, so tænir tað ongum endamáli at senda til nakran.

Tað er væl ein erlig støða. Men so vita vit sum hyggjarar og lurtarar eisini boð. Altso næstu ferð, at sendarin á Brúnaskarði, Støðlafjalli ella kanska á Hestinum er off. So verður signalið altso sløkt.

So mugu vit sum hyggjarar rokna eftir, hvussu nógvar dagar vit síggja SvF um árið. So mugu vit bara krevja eina kredit-notu fyri restina við árslok.