Open Day er heitið á tiltakinum, sum var í Hoydølum týskvøldið. Tiltakið myndar eitt kvøld av einari fýra vikur langari legu, sum seinastu vikurnar hevur verið í Hoydølum. Hetta er tó ikki nakað serstakt fyri Føroyar ella Hoydalar, men heldur er hetta ein altjóða felagskapur. Felagskapurin spennir rættiliga víða og verða legur hildnar kring allan heim á hvørjum ári. Við nøkrum ára millumrúmi standa Føroyar so fyri tørni at skipa fyri einari legu, meðan føroysk børn á hvørjum ári leita sær út í heim til legur - eisini í ár.
Luttakarnir á leguni eru fyrst og fremst 11-ára gomul børn. Tað eru fýra børn úr hvørjum landi, og við sær hava tey ein leiðara. Eisini eru nakrir sokallaðir ungleiðarar við á leguni, umframt tey, sum syrgja fyri at børnini fáa okkurt at eta og at alt gongur sum tað skal.
Sjálvur hevur undirritaði luttikið á einari tílíkari barnalegu, og liggja nøkur serstaka góð minni eftir frá teirri tíðini. Eisini høvdu vit nøkur amerikonsk børn búgvandi miðskeiðis í áttatiárunum. Eg minnist serliga, at hesi ikki hildu, at tað fór at vera møguligt at keypa góðgæti í Føroyum, so tey høvdu tikið ríkiligt við sær.
Litríkt
Tiltakið týskvøldið byrjaði rættstundis, og fyrireikarnir høvdu gjørt nógv burturúr. Eftir at fólk høvdu fingið møguleikan til at hyggja seg um, hevði hvørt landi sær eina lítla framførsla. Tey flestu londini valdu at vísa ein dans, sum hevði tilknýti til landi hjá teimum. Eisini valdi eisini at syngja onkran sangin, og pláss var eisini fyri eitt sindur av upplýsingum um okkurt av londunum.
Tað var heldur ikki torført hjá áhoyrarunum at fáa eina fatan av, hvat ein tílíkur felagskapur snýr seg um. Amerikanska kvinnan Doris Allen setti eftir seinna heimsbardaga felagskapin á stovn við einum ynski um, at einki kríggj skuldi koma fyri aftur. Hesin boðskapur helt sær eisini væl uppi millum glaðu børnini í Hoydølum týskvøldið.
Tað er so avgjørt tankavekjandi, at børn og vaksin úr so nógvum ymiskum londum og mentanum kunna finna saman á henda hátt, og tú fór eisini heim aftur úr Hoydølum við einum lættari hjarta. Tú hevði sæð fólk sum trúðu uppá eina hugsjón, og hendan vinnur fram í gamansleiki.
Føroyar og CISV eru fantastisk
Tveir av luttakarunum á leguni eru Raffy Reloza og Beth Kotierk. Beth er 11 ár og úr Kanada. Hon sigur seg hava havt tað sera stuttligt á leguni, og eisini heldur hon, at Føroyar eru eitt vakurt land. Beth dugir bæði enskt og franskt, men tosar enskt á leguni. Hon heldur, at Føroyar og Kanada líkjast á summum økjum. Serliga norðaru partarnir av Kanada minna ikki lítið um Føroyar, sigur hon.
Raffy Reloza er leiðari hjá børnunum úr Filipsoyggjunum. Hann ivast ikki, tá hann sigur, at Føroyar eru heilt fantastiskar. Eisini CISV felagskapurin fær sama skoðsmál frá fryntliga filipinaranum. Hann sigur, at tey koma frá einum meiri múgvandi parti av Filipsoyggjunum, og tey hava m.a. fleiri tænastufólk. Hann sigur maturin av fyrstan tíð kanska var ein lítil trupulleiki, men teimum dámar betri og betri. Veðrið er eisini rættiliga øðrvísi, men sum heild hevur tað verið eitt frálíkt upplivilsi, sigur Raffy.